Leygardagin klokkan 14.00 verður startskotið hjá Føroyum í Nations League 2024, tá Norðurmakedónia vitjar.
Seinastu mongu árini er tað ikki komið fyri, at føroyska A-landsliðið við monnum hevur spælt heimadystir leygardag seinnapartin - í øllum førum so tíðliga. Í so fall hevur fyrsta bríksl verið seint seinnapart/tíðliga um kvøldið.
Tað er sum so fast, at Føroyar spæla heimadystirnar um kvøldið, men í roynd og veru er tað UEFA - evropeiska fótbóltssamgongan - sum ásetur dystartíðirnar. Nú tað er ein leygardag, og nógvir dystir eru, so skal onkur spæla tíðliga. Vegna millum annað sjónvarpsrættindi og hvar altjóða áhugin liggur, so varð tað Føroyar - Norðurmakedónia, sum fekk tí kanska keðiligastu tíðarásetingina hesaferð.
Nógvir føroyingar nýta leygardagarnar til alt møguligt, og millum annað skulu børn sjálvi spæla fótbóltsdystir hendan leygardagin. Dystir leygardag seinnapartin í Betrdeildini selja sjálvdan væl, og klokkan 14 er ikki tann ásetingin, sum hóskar best til at møta upp til landsdyst fyri føroyingar.
Sí eisini:
Gunnar Vatnhamar: Vilja vísa Føroya fólki at vit vilja vinna (Video)
Myndir: Løgdu fyri í sólini á Tórsvølli
Verða nakað yvir túsund
Norðurmakedónia er helst ikki eitt mótsstøðulið, sum skapar stóran stóran spenning millum føroyingar. Hetta hóast landið er í góðari fótbóltsligari menning, var til EM-endaspælið í 2021 og hevur spælarar í hópinum, sum til dagliga spæla í millum annað La Liga og Bundesliguni.
Bert triðji málverjin spælir í heimligu deildini - har spælir eisini ein føroyskur landsliðsspælari: Jóan Símun Edmundsson (FK Shkupi).
Føroyska landsliðið hevði sum heild eina góða Nations League fyri tveimum árum síðani: Við átta stigum í seks dystum og millum annað sigri á Turkalandi varðveittu Føroyar plássið í deild C. Síðani hevur tó ikki gingist so væl, og áskoðaratølini í fjør (umleið 3.000 til allar dystirnar) bendu eisini á, at áhugin er eitt sindur minkandi.
Um hugt verður eftir lutfallinum, í mun til íbúgvaratalið í Føroyum, eru tað framvegis nógv fólk til dystir. At fylla Tórsvøll kemur so at siga bert fyri, tá heilt stór landslið - og Danmark - vitja, men áskoðaratølini á Tórsvølli fyri nøkrum árum síðani og javnan á Svangaskarði eisini vóru sum heild hægri.
Til seinastu Nations League vóru millum lá talið millum 2.300-2.500 til allar tríggjar heimadystirnar. Spurningurin er, um komið verður upp har áleið hesaferð.
Í skrivandi stund eru beint undir tvey samdøgur til dystin, og í gjárkvøldið fingu vit upplýst, at talið av seldum atgongumerkjum lá beint undir 1.000. Tað koma helst fleiri afturat næstu dagarnar, tí føroyingar keypa ofta seint, og veðrið sær út til at verða gott. Afturat teimum seldu atgongumerkjunum, koma eisini fleiri VIP og onnur atgongumerkju.
Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, Leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia
Atgongumerki kunnu keypast her
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald