Kappróður

Innirógvarar fulllessaðir við heiðursmerkjum

Føroyskir innirógvarar tóku nógv heiðursmerki til danmarksmeistarakappingina um vikuskiftið.

2026-01-26 19:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið fóru fleiri føroyskir rógvarar í Danmark, har tey vóru við í danmarkarkappingini í innirógving, ið varð hildin í Gladsaxe. Nógv fólk vóru komin saman til hesa kappingina og góða lagið merktist inni í høllini.

Rógvarar í øllum aldri vóru komnir saman at kappast og njóta góða felagsskapin. Føroyar vóru umboðaðar av rógvarum frá ungdómslandsliðinum hjá RSF, Eiðis Róðrarfelag, KÍF Kappróður og føroyskum rógvarum búsitandi í Danmark.

Sarita Hansen setti støði
Sarita Hansen, KÍF Kappróður, var fyrsti føroyski rógvarin, ið royndi seg. Tað var í kappingini LW 27+ á 2.000 metrum, sum hon vann við tíðini 7:57.7.

Á 500 metrum sprint LW 27+ vísti Sarita eisini, hvussu sterk hon er. Hon vann við tíðini 1:45.1.

Síðsta kappingin hjá henni var í opna bólkinum, 2.000 metra LW hjá kvinnum, har hon enn einaferð vísti, við tíðini 7:25.0, at gullið er og verður hennara. Eitt ótrúlig avrik frá miðvágskvinnuni, har hon samstundis tók sítt egna danska met á 2.000 metrum.

Anetta Ejdesgaard og Eyðun Hansen
Anetta C. Ejdesgaard, ið er uppvaksin á Eiði, luttók fyri sítt danska felag DSR IV. Hon luttók í kappingini 27+ á 2.000 metrum, og kom á mál við tíðini 7:36.6, ið rakk til eitt sera flott 2. pláss.

Á teininum 500 mmetra sprint 27+ megnaði eiðiskvinnan, einki minni, enn at vinna við tíðini 1:39.1.

Eyðun Hansen, sum eisini er føroyingur, búsitandi í Danmark, luttók fyri Københavns roklub. Hann var við í kappingini fyri 27+ LW á 2.000 metrum og kom á mál við tíðini 6:54.7 og gjørdist nummar 2.

Yngstu bólkarnir (U11–U13)
Í bólkinum U11, U12 og U13 róðu øll samstundis, bæði gentur og dreingir. Fýra ungir og raskar føroyingar vóru tilmeldaðir. Eisini var dóttir Anettu, Fenja, tilmeldað fyri DSR.

Hesir knáu unglingarnir lógdu hart út og úrslitini talaðu fyri seg:
U13: William Kilgour nr. 1
U11: Rókur nr. 1
U11: Fenja Fróðadóttir nr. 2
U12: Jóhanna Høghamar nr. 2
U12: Ravnur nr. 1

U14 og U15 – sterkir føroyskir róðrar
Amanda Santos Davidsen róði í bólkinum U14. Har var eingin ivi. Hon róði trygt og var væl framman fyri nr. 2 allan vegin við fleiri metrum.

Í U15 hjá gentum áttu vit nr. 1, 2 og 3. Tær skuldu rógva í 4 minuttir. Genturnar fylgdust allan vegin, og lótu ongan annan sleppa fram til heiðursmerkjaplássini. Væl róð av ungu kvinnunum.
Nr. 1 Sirið Mørkøre
Nr. 2 Anna Drós Sommer
Nr. 3 Victoria Høghamar

Í U15 hjá dreingum høvdu vit tríggjar luttakarar, ið skuldu rógva 4 minuttir. Hesir dreingirnir róðu sera væl við góðum tamarhaldi allan vegin.
Nr. 1 Rókur Strøm
Nr. 2 Arnar Hjaltason
Nr. 4 Yngvi Grástein

U17 – toppstríð
Tveir føroyingar luttóku í bólkinum U17 hjá gentum: Kristvør K. Clementsen fyri KÍF Kappróður og Vár D. í Húsinum fyri RSF. Tær lógu sera javnar allan vegin. Tær skiftust eitt sindur um at føra, men munin átti Kristvør, tá tær komu á mál og vann hon við tíðini 7:40.3. Beint aftaná kom Vár, sum nr. 2, við tíðini 7:41.7.

U16, U18 og U19
Eyðbjørg Ejdesgaard úr Eiðis Róðrarfelag róði sera sannførandi í sínum bólki U16 á 2.000 metrum, og lat ongan iva verða um, hvør fór avstað við fyrstaplássinum. Hon var væl framman fyri nr. 2 við tíðini 7:53.0. Nr 2 hevði tíðina 8:11.3.

Í bólkinum U18 luttók enn ein kollfjarðadama. Poula Christiansen róði teinin 2.000 metrar, har hon lá á einum 3. plássi allan vegin og kom á mál við tíðini 7:41.9, ið var beint aftan fyri nr. 2, ið kom á mál við tíðini 7:40.5.

U19 dreingir 2.000 metrar. Við sínum róliga lyndi og støðuga róðri, kom Pauli Joensen á mál, sum nummar 3, við tíðini 6:29.7. Har var ongin nevnisverd kapping um 3. plássið, og kom tað tí trygt í hús hjá gøtumanninum.

Vár G. Hansen
Í bólkinum 2.000 metrar kvinnur opin bólkur, var kappingin hørð at síggja til. Allir rógvararnir løgdu hart fyri. Vár G. Hansen lá leingi á einum 7. plássi, fyrstu 1.000 metrarnar, og datt síðani aftur á eitt 8. pláss; men við einum kolossalum endaspurti, gjørdi Vár bart og hálaði seg upp á eitt flott 5. pláss við tíðini 7:14.5. Vinnarin vann við tíðini 6:49.7.

Vár luttók eisini á teinum 200 metra sprint hjá kvinnum, har hon reyk avstað við gullinum.

Sprintteinarnir
Í 100 metra sprint hjá gentum U13 vóru Jóhanna Høghamar og Fenja Fróðadóttir tilmeldaðar. Har bleiv Jóhanna nr. 1 og Fenja nr. 4. 

Hjá dreingjunum í U13, á 100 metra sprint teininum, vóru tríggir føroyskir luttakarar. Har vann William ta kappingina, Rókur bleiv nr. 2 og Ravnur endaði á einum flottum 4. plássi.

200 metra sprint hjá U15 gentum var sera væl mannað av føroyskum rógvarum. Gull, silvur og bronsu ognaðu vit okkum, og á einum flottum 4. plássi kom Amanda.
Nr. 1 Siri Mørkøre
Nr. 2 Victoria Høghamar
Nr. 3 Anna Drós Sommer
Nr. 4 Amanda Santos Davidsen

Í 200 metra sprint teinin hjá U17 gentum, áttu vit 3 av 9 rógvarum. Har fóru vit aftur avastað við gullinum og bronsuni.
Nr. 1 Vár í Húsinum
Nr. 3 Eyðbjørg Ejdesgaard
Nr. 4 Kristvør Clementsen

Í 200 metra sprint hjá U15 dreingum leyp Arnar Hjaltason avstað, og vann sær gullheiðursmerkið. Hinir báðir vóru eisini væl við og megnaðu at leggja seg í ovara endan av kappingini.
Nr. 1 Arnar Hjaltason
Nr. 4 Yngvi Grástein
Nr. 5 Rókur Strøm

Á 200 metra sprint teininum U19 høvdu vit ein luttakara. Pauli Joensen reyk avstað við 1. plássinum við tíðini 0:30.3, ið var 1,2 sekund skjótari enn nr. 2.

Stafettir og serlig heiðran
Stafett junior 10–16 ár 4x500 metra blandað kvinnur/menn
Eiðisdamurnar Anna Drós Sommer, Victoria Høghamar, Eyðbjørg Ejdesgaard og Sirið Mørkøre luttóku í hesi kappingini og róðu seg fram á eitt 2. pláss.

Stafett 4×1.000 metrar blandað kvinnur/menn
Team Fenja endaði sum nr. 21, meðan Eyðun Hansen og lið hansara Don’t KRamp endaðu á einum 6. plássi

Sum nakað heilt serligt, vann Sarita Kristina Hansen DIF-heiðursmerki, ið ein kann ogna sær, um íðkari útførur eitt megnar avrik.

Føroyskur róður fekk rós

Viðmerkjarin til kappingarnar átti nógv rósandi orð at bera føroysku rógvarunum. Sigast kann ikki annað, enn at vit eiga sera nógvar raskar rógvarar, ið vit kunnu vera stolt av.

Ein róðrartjóð, ið veruliga vísir, at hetta er ein stoltleiki, ið vit stríðast fyri og ikki minst eru saman um.

Róðrarsamband Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder