Í Føroyum hevur sera nógv fokus verið í vikuni á evropeisku luttøkuna hjá feløgunum her. Í gjár spældu HB, B36 og NSÍ í undanumfarinum í Europa League, ið er allarfyrsta stigið í kappingini fyri 2020/2021 - NSÍ og B36 spældi seg víðari til 1. umfar.
Í kvøld verður allarseinasti dysturin í Europa League 2019/2020 leiktur. Hann verður í Köln, har Inter Milan og Sevilla FC bresta saman. Inter vann í hálvfinaluni heili 5-0 á Shakhtar og er ein lítli favorittur í finaluni. Sevilla sendi Manchester United út við 2-1 sigri.
![]()
Luuk de Jong avgerð her hálvfinaluna móti United (Mynd: EPA)
Liðið úr Andalusia endaði nummar sjey í La Liga men hevur ikki tapt ein dyst síðani tíðliga í februar og er søguligt tað sterkasta felagið í kappingini. Sevilla vann trý ár á rað (2014-2016) og vann fyrr í øldini kappingina tvey ár á rað (2006-2007) Harvið er samanlagt talan um fimm finalusigrar í fimm royndum. Tað eru tveir fleiri finalusigrar enn tey fýra feløgini, ið hava næstflest: Liverpool, Juventus, Atletico Madrid og Inter Milan ið øll hava trý.
Liðið hjá Antonio Conte er tó sterkari á pappírinum. Verjan er krútsterk, og álopsparið Lautaro Martinez-Romelu Lukaku er sera vandamikið. Báðir skoraðu tvær ferðir í hálvfinaluni, og Lukaku hevur 33 mál í 50 dystum í ár. Inter er eitt stórfelag, og vann The Treble fyri tíggju árum síðani, men hevur ikki vunnið eitt steyp síðani 2011 (Coppa Italia)![]()
Lukaku og Lautaro fegnast eftir eitt av málunum móti Shakthar (Mynd: EPA)
Fjórðingsfinalurnar og hálvfinlurnar í Europa League eru avgreiddar í Týsklandi seinastu tíðina. Fyrsta bríksl í finaluni, sum verður leikt í Köln, er klokkan 20.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald