Hondbóltur

Ísland í sínari fyrstu EM-hálvfinalu í 16 ár

Hetta við sannførandi sigri á Slovenia, 39-31, í Malmö seinnapartin. Tað er ikki ósannlíkt, at Danmark og Ísland bresta saman um finalupláss fríggjakvøldið.

Íslendsku fjeppararnir, sum aftur hoyrdust væl og virðiliga í Skåne, nýtast ikki at fara heim enn: Teir kunnu fegnir fara til hálvfinalu í Danmark fríggjakvøldið (Mynd: EPA)

Íslendsku fjeppararnir, sum aftur hoyrdust væl og virðiliga í Skåne, nýtast ikki at fara heim enn: Teir kunnu fegnir fara til hálvfinalu í Danmark fríggjakvøldið (Mynd: EPA)

2026-01-28 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár snávaðu teir móti Sveis, men seinnapartin stóðu íslendingar ímóti trýstinum, tá teir við sigri á Slovenia kundu tryggja sær EM-hálvfinalupláss - tað fyrsta í 16 ár.

- 2002, 2010 og nú í 2026. Ísland pakkar Slovenia saman og spælir seg á sannførandi hátt til hálvfinalurnar í Herning. 

Soleiðis tók spenti og fegni íslendski frásøgumaðurin hjá Ríkissjónvarpinum RÚV samanum við dystarenda fyri løtu síðani. Hann tosaði um OL-hálvfinaluplássið í Barelona í 1992, ta fyrsta í íslendsku hondbóltssøguni, og søguliga olympiska silvurið í Bejing í 2008.

Hetta er fimtu ferð, at íslendsku menninir spæla seg í eina stóru hálvfinalu (trý EM og tvey OL). Í RÚV-sjónvarsstovuni í Reykjavík sungu tey við til "Walking on Sunshine"; talan var bæði um frøi og ein ávísan lætti hjá okkara hondbóltskátu grannum fyri vestan. 

[object Object]Sterki miðverjin Ýmir Ørn Gíslason og hinir íslendinganir í Malmö kundu lyfta hendurnar (Mynd: EPA) 

Ísland var mett sum ein av hálvfinalufavorittunum úr "hesum helminginum av kappingini", men eftir at hava fingið tvey stig víð víðari úr bólkaspælinum hevur tað verið upp og niður í Malmö: Tap fyri Kroatia, stórur sigur á svensku vertunum og síðani eitt hálvvánaligt avrik og javnleikur móti Sveis.

Les meira: Ísland snávaði móti Sveis

Men av tí at Svøríki eisini spældi javnleik sum favorittur í gjár - móti Ungarn - hevði Ísland alt aftur á egnum hondum undan fyrsta dystinum í bólkinum í dag.

Liðið hjá Snorra Guðjónssyni var eitt vet omaná fyri steðgin, og í 2. hálvleiki rann Ísland frá troyttu slovenunum, sum ikki megnaðu at standa ímóti ella skapa nóg mikið: Gott og flótandi álopsspæl, effektivt og náðileyst verju- og kontraspæl, við Óðini Ríharðsson á høgra vongi í hopla, nøkrum stórum bjargingum frá Viktori Gísla Hallgrímssin í málinum og lívligum íslendskum áskoðarum góvu samanlagt ein stórsigur: 39-31

[object Object]
Strikuspælarin og miðverjin úr Gummersbach, Elliði Viðarsson, spældi ein frálíkan dyst og varð toppskjútti við átta málum (Mynd: EHF)

Ísland hevði snøgt sagt fleiri streingir at spæla uppá, og Slovenia endaði við trimum tapumí fýra dystum í miðumfarinum.

Nú kann ber Kroatia fáa Ísland aftur, og harvið er hálvfinaluplássiðtryggjað. Eftir hvíld gongur leiðin í morgin til Herning. Har bíða møguliga donsku vertirnir í hálvfinaluni - ella vinnarin av Týsklandi-Frakland sum byrjar klokkan 17. 

Um Kroatia vinnur á Ungarn um eina løtu (kl. 17.00), so fara kroata við íslendingum til heiðusmerkjavikuskifti í Herning. Um ikki, so fáa sviar ein eyka møguleika í kvøld móti Sveis (kl. 19.30). Sí yvirlit niðanfyri

---------------------------------------------

EM 2026 - miðumfar

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki

Bólkur 2 - Malmö:

4. og seinasta umfar - í dag, mikudagin 28. januar
Slovenia - Ísland 31-39 (16-18)
17.00: Kroatia - Ungarn (RÚV, TV2 Play/TV2 Sport X)
19.30: Sveis - Svøríki  (TV2 Play/TV2 Sport)

Støðan:

1. Ísland 7 stig *
2. Kroatia 6 stig
--------------------
3. Svøríki 5 stig *
4. Slovenia 4 stig **
5  Sveis 2 stig **
6. Ungarn 2 stig **

* Ísland er betri enn Svøríki innanhýsis og er harvið víðari
** kunnu ikki koma víðari

Bólkur 1 - Herning:

4. og síðsta umfar - mikudagin 28. januar
Spania - Portugal 27-36 (12-16)
17.00: Týskland - Frakland (TV2 Play/TV2 Sport)
19.30: Danmark - Noreg (TV2 /TV2 Sport)

1. Danmark 6 stig *
2. Týskland 6 stig
-----------------
3. Portugal 5 stig ** 
4. Frakland 4 stig
5. Noreg 3 stig **
6. Spania 2 stig **

Víðari
** Kunnu ikki koma víðari

Sí eisini: Trý hálvfinalupláss uppá spæl á seinasta degnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder