Fótbóltur

Ísland skal vinna á Ísrael fyri at koma til EM

Og síðani verður ein finala móti Bosnia ella Ukraina tann avgerandi dysturin. Finnland fekk eitt fínt lutakast í dag - spenningur er um, hvør fær plássið í deildini hjá Føroyum.

Ísland vitjaði Tórsvøll til venjingardyst í juni 2021. Liðið skal vinna tveir dystir í mars, um EM-atgongumerki skal koma í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Ísland vitjaði Tórsvøll til venjingardyst í juni 2021. Liðið skal vinna tveir dystir í mars, um EM-atgongumerki skal koma í hús (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-23 21:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nøvnini á 21 av teimum 24 luttakarunum til EM-endaspælið næsta ár eru komin uppá pláss. Tjúgu lið spældu seg til endaspæli í undankappingini í ár, og Týskland er við sum vertur. 

Les eisini: Hesi 21 liðini skulu til EM-endaspælið næsta ár

Harvið eru trý pláss eftir. Tey skulu finnast í play-off dystunum í mars. Tólv lið eru við har, og tey hava spælt seg í støðuna við avrikinum í Nations League í fjør. Longri frágreiðing er niðast í greinini, sum leinkja er til omanfyri.

Ísland, Finnland og Ukraina vóru øll í Deild B men fingu ikki eins nógv stig sum Ísrael og Bosnia. Harvið skuldi lutakast til fyri at finna útav, hvørt lið skuldi "flyta deild", og hvør skuldi hitta hvørjum.

Finnland fekk helst tað frægara lutakasti - í øllum førum er Wales ikki á so høgum stigi sum við Gareth Bale og í samband við seinastu endaspølini. Lagt er upp til finalu um EM-pláss millum vinnaran í Wales 21. mars og Pólland, ið er stórfavroittur móti Estlandi - Estland vann deild D.

Stríðið um plássið í Deild B verður eisini ógvuliga hart. Ísland skal fyrst vinna á Ísrael og síðani eina finalu fyri at sleppa til EM. Íslendingar vóru við á fyrsta sinni í 2016.

Føroyar kundu verið við í endaumfarinum í Deild C - okkara endaðu trý stig aftanfyri Luksemborg. Av liðunum har er tað bert Grikkaland, ið áður hevur verið í einum endaspæli. Grikkar vunnu ógvuliga óvæntað EM í 2004.

Play-off dystir 21. mars 2024:

Deild A:
Wales - Finn­land
Pól­and - Est­land

Deild B: 
Ísra­el - Ísland
Bosn­ia Hersogovina - Ukraina

Deild C: 
Georgia - Luksemborg
Grikka­land - Kasakst­an

Vinnararnir av hálvfinalunum - talan er um eina hálvfinalu - skulu spæla finalu fimm dagar seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder