Hondbóltur

Ísland syfti svensku vertirnar - fýra lið við fýra stigum í bólkinum

Við sigrunum hjá Slovenia, Íslandi og Kroatia í dag er miðumfarsbólkurin í Malmö uppaftur tættari. Tvey umfør resta í, og EM-drama væntast eisini í Herning í morgin.

Íslendingar kundu fegnast um eitt frálíkt avrik í sunnara parti av Svøríki (Mynd: EPA)

Íslendingar kundu fegnast um eitt frálíkt avrik í sunnara parti av Svøríki (Mynd: EPA)

2026-01-25 21:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er helmingurin av EM-miðumfarinum farin: Øll tólv liðini hava spælt tveir dystir. Frammanundan varð roknað við stórum spenningi í bólkunum báðum, og hetta heldur.

Serliga í Malmö er ógvuliga ilt at siga, hvørji tvey lið sleppa víðari til hálvfinalurnar, meðan tað eftir úrslitini leygardagin sær út til at verða stórt stríð millum Danmark, Frakland og Týskland í Herning 

Frakland og Portugal settu málmet í gjár við 84 málum - harvið fall bert vikugamla metið hjá Montenegro og Slovenia í einum endaspæli (81 mál) longu. Fraklendingar struku avstað, skoraðu 28 mál fyri steðgin, bendu bert eitt skot og settu seg í góða støðu aftur í bólkinum. 

Danmark hevur eisini fýra stig eftir góða sigurin á Spania, har málvejin Emil Nielsen skaraði framúr. Besta málverjuavrikið í gjár stóð Andreas Wolff hjá Týsklandi tó fyri. Noreg spældi sum heild betri, men týski málverjin bjargaði heili 22 skotum (44 prosentum av norsku skotunum á mál) og tók pippið frá norðmonnum, sum eftir øllum at døma ikki røkka miðumfarinum.

[object Object]
Kiel-liðfelagin hjá Eliasi á Skipagøtu, her í HM-undankappingardysti í høllini á Hálsi í 2022. "Týski úlvurin" spældi ein framúrskarandi dyst í Herning í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EM-meginumfarið
Fýra umfør verða spæld - liðini hava stig við víðari frá bólkaspælinum, eftir hvussu innanhýsis dystirnir eru endaðir har

Bólkur 1 - Herning:
2. umfar - í gjár, 24. januar
Frakland  - Portugal 46-38
Danmark - Spania 36-31
Týskland - Noreg 30-28

1. Týskland 6 stig
2. Danmark 4 stig
-----------------
3. Frakland 4 stig
4. Portugal 2 stig
5. Noreg 2 stig
6. Spania 0 stig

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki

3. umfar, í morgin 26. januar
14.30: Portugal - Noreg
17.00: Frakland - Spania
19.30: Danmark - Týskland

Her er serliga tann seinasti dysturin ein lykladystur

Slovenia og Kroatia vunnu við ávikavist trimum og fýra málum, men stóri dysturin í Malmö Arena í dag var millum Svøríki og Ísland. Ella tað skuldi tað verða. Talan gjørdist um ein stóran dyst - fyri Ísland.

Eitt ógvuliga eldhugað og vælspælandi íslendskt lið vann við átta málum á vertunum, sum áðrenn dystin vóru einasta ósigraða EM-liðið. Verjan og Viktor Gisli Hallgrímsson vóru stinn, og í álopinum skein serliga Viggo Kristjánsson við 11 málum (uppá ellivu skot)

Sum heild var Ísland væl betri og reisti seg eftir tapið fyri Kroatia fríggjadagin - eisini á áskoðaraplássinum vóru íslendingar betri. 

Við úrslitunum er alt opið í bólki tvey, nú tvey umfør eru eftir. Um fleiri enn tvey lið enda á sama stigatali, so er tað innanhýsis málmunurin, ið telur. Tískil var støddin á sigrinum í dag eisini týðandi fyri Ísland - og eitt slag fyri Svøríki.

[object Object]
Vónbrotnir sviar sum eftir øllum at døma skulu vinna báðar sínar seinastu dystir - móti Ungarn og Sveis - og so kanska fáa hjálp eisini (Mynd: EPA) 

Bólkur 2 - Malmö:
2. umfar, í dag 25. januar:
Slovenia - Ungarn 35-32
Ísland - Svøríki 35-27
Sveis - Kroatia 24-28

Ísland 4 stig
Svøríki 4 stig
Slovenia 4 stig
Kroatia 4 stig
-----------------
Ungarn 1 stig
Sveis 1 stig

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki

3. umfar, týsdagin 27. januar
14.30: Sveis - Ísland 
17.00: Slovenia - Kroatia
19.30: Svøríki - Ungarn



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder