Annað

Ítróttafagnaðurin 2023 í Løkshøll 10. februar

Freistin at senda innstillingar inn er fríggjadagin 15. desember á midnátt.

2023-12-11 15:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum ”ÍtróttaFAGNAÐURIN”, ið hevur til endamáls at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir o.o., sum virka í føroyska ítróttaheiminum, -feløgum og -sambondum.

Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot.

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIÐ og ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið Uttan øll tey mongu sjálvbodnu, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Tey sjálvbodnu hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru tey sjálvbodnu, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka.

Ársins ÍtróttaVENJARI er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar.

Heiðurslønin ÍtróttaEldsálin er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið.

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2023 verður leygarkvøldið 10. februar 2024 í Løkshøll í Runavík, og Ras1 hjá Televarpinum sendir beinleiðis frá tiltakinum kl 20:00.

Freistin at senda innstillingar inn er fríggjadagin 15. desember á midnátt. Meiri kunning um heiðurslønirnar og leinkjur til innstillingar finnast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder