Ítróttanavnið: Her eru grundgevingarnar

Fótbóltslandsliðið hjá monnum og tvær kvinnur, úrmælingar innan ávikavist rógving og hondbólt, eru tilnevnd. Ítróttafagnaðurin verður í Varpinum leygarkvøldið 7. februar.

Fótbóltslandsliðið hjá monnum, Vár Guriardóttir Hansen og Jana Mittún - hesi vóru millum tey mongu ítróttarfólkini, sum av álvara skaraðu framúr í 2025 (Mynd: ÍSF)

Fótbóltslandsliðið hjá monnum, Vár Guriardóttir Hansen og Jana Mittún - hesi vóru millum tey mongu ítróttarfólkini, sum av álvara skaraðu framúr í 2025 (Mynd: ÍSF)

2026-02-03 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu fyrrapartin, so eru tað ein rógvari, ein hondbóltsspælari og eitt fótbóltslið, sum eru í uppskotið til ÍtróttaNAVNIÐ fyri 2025.

Les meira: Vár, Jana og manslandsliðið í fótbólti kunnu vinna

Tað er Ítróttasamband Føroya, sum stendur fyri ÍtróttaFAGNAÐINUM. Á heimasíðuni sínari hevur ÍSF í dag kunngjørt grundgevingarnar fyri tilnevningunum. Hesar hava hava ymisk fakfólk mett um.

Vár Guriardóttir Hansen – Rógving

Vár G. Hansen hevur í ár gingið á odda í inniróðri og verið ein drívmegi í at menna coastal rowing í Føroyum.

Hon hevur luttikið í sjey altjóða-, norðurlendskum- og lokalum innandurakappingum – og kappast í ellivu ymiskum róðrum. Úrslitini tala fyri seg: 8 gull, 1 silvur, eitt 4. pláss, og eitt 7. pláss.

Hon setti í ár tvey heimsmet á rógvimaskinuni og vann 2 HM-heiti. Hon vann silvur í VERSA Challenge, ið er heimsins mest avbjóðandi inniróðurskapping, og fýra gull í Bretsku meistarakappingini.

Hon er næstforkvinna í Róðrarsambandinum og hevur verið við til at menna coastal rowing í Føroyum: útvegað útgerð, sett gongd á, og í mai var hon við, tá føroysku coastal-róðrarbátarnir vórðu flotaðir.

Hon var síðani fyrsti føroyingurin í altjóða kapping í coastal rowing.

Vár G. Hansen er eitt fyrimyndarligt umboð fyri føroyska rógving. Hon lyftir sínar liðfelagar, hon er professionell og eldhugi hennara sæst bæði í føroyskum kappróðri og úti í heimi.

Við støði í úrslitunum og týdningarmikla íkastinum til at menna føroyska rógving hevur Vár Guriardóttir Hansen uppiborið heiðurin sum Ársins ÍtróttaNAVN 2025.

Hon er ein undangongukvinna, ein fyrimynd og eitt dømi um, hvat føroysk ítróttafólk kunnu røkka, tá áræði, arbeiði og vilji ganga hond í hond.

[object Object]
Vár Guriardóttir Hansen gongur á odda á ymsan hátt

Manslandsliðið í fótbólti

2025 var besta árið hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti nakrantíð. Avrikini vóru støðug og úrslitini góð, tá Føroyar vunnu 5 av seinastu 7 dystunum.

Síðani 1990 hava Føroyar luttikið í HM og EM undankappingum. Avrik og úrtøka hava verið skiftandi, men í ár vunnu Føroyar 12 stig í HM-undankappingini – hægsta stigatal nakrantíð. Liðið hevur eisini sett onnur met. Bæði verjuspæl og álopsspæl vóru framúr, og fleiri europeisk lond venda eyguni ímóti Føroyum fyri at fáa íblástur.

Ikki minst heimadystirnir ímóti Montenegro og Kekkia í oktober skaptu fótbóltseufori. Føroyar vunnu 4-0 á Montenegro (søguliga stórur sigur í undankapping) og 2-1 á krútsterka landsliðnum hjá Kekkia. Hesi úrslitini komu innanfyri 4 dagar, og hetta var helst hægsti tindur hjá manslandsliðnum í altjóða høpi.

Flestu lond leggja sera nógv fyri at menna og styrkja fótbóltslandsliðini – og stórar peningaupphæddir verða lagdar í karmar og umstøður. Tí er ógvuliga trupult hjá lítlum landi at fáa góð úrslit í fótbólti.

Men avrikini og úrslitini hava í ár fingið umrøðu um allan heim – og fólk hava ilt við at skilja, hvussu hetta ber til. Stórir altjóða miðlar hava gjørt nógv burtur úr føroyska landsliðnum, og  

umrøðan var ikki bert um fótbólt, men eisini um Føroyar, føroyska samfelagið og føroyingar. 

Fyri framúrskarandi úrslitini og eyðsýndu menningina eigur A-landsliðið í fótbólti at verða tilnevnt heiðurin sum Ársins Ítróttanavn.

[object Object]
Sigrarnir á Montenegro og Kekkia á Tórsvølli í oktober - søguligur á ymsan hátt - skaptu sannan fótbóltsfepur í Føroyum. Og teir vaktu av álvara ans   uttanfyri landoddarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún – Hondbóltur

Jana Mittún, 22 ára gomul og yrkisspælari í Viborg HK, hevur í 2025 staðfest sína støðu sum ein av fremstu føroysku hondbóltsleikarunum. 

Við sínum avriki á landsliðnum og felagsliðnum hevur hon gjørt vart við seg á altjóða stigi og verið ein berandi styrki í einum søguligum ári fyri føroyskan hondbólt.

Hon var við, tá Føroyar spældi seg til HM-endaspælið og endaðu sum nummar 17 av 32 londum. Jana gjørdi 32 mál og 29 málgevandi avleveringar, og hon skeyt avgerandi mál móti bæði Spania og Serbia. Eisini var hon við til at tryggja Føroyum ein sigur móti Íslandi í undankappingini til EM 2026.

Í Viborg HK hevur Jana longt sáttmálan og verið ein týðandi partur av liðnum í European League, har hon hevur gjørt 22 mál. Hon luttók eisini í Final4 í Santander Cup. Í fremstu donsku deildini hevur hon verið millum tær bestu við 136 málgevandi avleveringum í 2024/25 – og aftur í ár liggur hon í toppinum.

Við sínum arbeiðsvilja, støðugu menning og avriki á hægsta stigi er Jana Mittún ein fyrimynd, sum avgjørt hevur uppiborið heiðurin sum Ársins ÍtróttaNAVN.

[object Object]
Jana Mittún var millum avgerandi í stóru úrslitunum móti Serbia og Spania (Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar kl 20:00 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.  Portalurin verður eisini á staðnum í Klaskvík við myndatóli og mikrofon

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder