Annað

Ítróttarfagnaðurin fluttur vegna sparingar í Kringvarpinum

Stóra heiðursiltakið verður í Løkshøll og er útsett tríggjar vikur: Til leygardagin 10. februar. Tað verður víst á Rás 1 hjá Televarpinum.

Solby Christansdóttir og Jógvan Skeel Nolsøe frá Kringvarpinum sum vertir til ÍtróttaFAGNAÐIN í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Solby Christansdóttir og Jógvan Skeel Nolsøe frá Kringvarpinum sum vertir til ÍtróttaFAGNAÐIN í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-07 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum flest øll vita, hava sparingarnar hjá KVF ført við sær, at KVF hevur valt ikki at framleiða og senda ÍtróttaFAGNAÐIN 2023.

Soleiðis byrjar Ítróttasamband Føroya eitt stutt skriv, ið er komið út fyri løtu síðani.

Orsakað av fíggjarligu støðuni hjá Kringvarp Føroya er neyðugt at millum annað gera sparningar í ítróttapartinum hjá stovninum. Hetta gongur eisini útyvir ÍtróttaFAGNAÐIN.

Seinastu árini hevur KVF framleitt stóra tiltakið hjá ÍSF, ið heiðrar ítróttarbrøgdum hjá føroyingum. Nú er greitt, at tað ístaðin verður Televarpið, sum fer at senda frá tiltakinum. ÍSF fer at standa fyri framleiðsluni.

Hetta hevur at hava við sær, at  ÍtróttaFAGNAÐURIN 2023 verður fluttur úr Norðurlandahúsinum til Løkshøll í Runavík.

Dagfestingin er eisini flutt tvær vikur, skrivar ÍSF: Frá leygardegnum 20 januar 2024 til leygardagin 10. februar 2024.

Freistin at senda uppskot inn til allar heiðurslønirnar er 15. desembur 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder