Annað

Ítróttating um venjaraleiklutin

ÍSF skipar fyri tveimum fyrilestrum við serfrøðingi úr Noregi.

Claus Dalgaard-Hansen, talentmennari hjá norska hondbóltssambandinum

Claus Dalgaard-Hansen, talentmennari hjá norska hondbóltssambandinum

2025-05-13 11:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ítróttasamband Føroya, ÍSF, bjóðar í næstum til tvey almenn Ítróttating, har evnið verður venjarin.

Endmálið er at geva ítróttafeløgum og øðrum áhugaðum í Føroyum íblástur til at styrkja venjaraleiklutin í føroysku ítróttafeløgum. 

Hvussu gera vit tað lættari at gerast og vera venjari? Hvussu menna vit dygdargóðar venjarar? Og hvussu skapa vit karmar, har venjarar trívast, mennast og verða virdir, sum lyklapersónar í føroyskum ítrótti?

Claus Dalgaard-Hansen hevur drúgvar og ógvuliga spennandi royndir, og kemur at geva góð ráð og íblástur. Seinastu árini hevur hann virkað sum talentmennari fyri norska hondbóltssambandið, har hann bæði arbeiðir beinleiðis við leikarum og við at styrkja menningararbeiðið hjá feløgum.

Kvøldini eru viðkomandi fyri allar ítróttagreinar, nevndarlimir, venjarar, foreldur og onnur áhugað. 

TIltøkini eru ókeypis men krevja tilmelding á www.atgongumerki.fo 

Fyrra tiltakið verður í Finsen í Havn týskvøldið 27. mai við evninum "Hvussu skapa vit góðar venjarar, og hvussu fáa vit fleiri at velja venjaraleiðina?"

Seinna tiltakið verður í Varpinum í Klaksvík mikukvøldið 28. mai við evninum "Hvussu skapa vit mennandi venjingarumhvørvi fyri okkara ungdóm?".

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder