Hondbóltur

Jana Mittún spælir Final4 seinnapartin

Hálvfinalan millum Viborg og Esbjerg verður víst á TV2 Sport og byrjar kl. 16:30.

Jana Mittún her til HM-endaspælið í Týsklandi. Nú skal hon aftur á vøllin - hesaferð fyri Viborg í Final4 (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún her til HM-endaspælið í Týsklandi. Nú skal hon aftur á vøllin - hesaferð fyri Viborg í Final4 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-29 13:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 15:30 trína Jana Mittún og Viborg á vøllin í Jyske Bank Arena í Odense, har spælt verður í sonevnda Final4 í steypakappingini.

Og tað verður ein trupul uppgáva hjá Viborg, tí mótstøðuliðið í hálvfinaluni, er Team Esbjerg. Spælt verður um at koma í finaluna, sum verður spæld í morgin.

Team Esbjerg, við heimsins besta kvinnuliga hondbóltsspælara Henny Reistad á liðnum, hevur vunnið steypakappingina fýra ár á rað og er eisini favorittur at vinna í ár.

Í hinari hálvfinaluni hittast Odense Håndbold og liðið hjá føroyska kvinnulandsliðsvenjaranum, Claus Mogensen, Ikast Håndbold.

TV2 Sport vísir dystirnar.

Viborg HK - Team Esbjerg kl. 16:30

Odense Håndbold - Ikast Håndbold kl. 19:00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder