Annað

Jannik Sinner vann á tvífalda meistaranum

Italiumaðurin Jannik Sinner vann í dag Wimbledon á fyrsta sinni.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-13 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Italiumaðurin Jannik Sinner er Wimbledon-meistari eftir sigri á meistarunum seinastu tvey árini spanska Carlos Alcaraz.

Jannik Sinner vann við úrslitunum 4-6, 6-4, 6-4 og 6-4 á spaniólanum.

Teir liggja ávikavist á fyrsta og øðrum plássi á ATP-styrkislistanum, og tískil var lagt upp til eitt brak av einari finalu.

[object Object]Jannik Sinner og Carlos Alcaraz (Mynd: EPA)

Tað er bara ein mánaði síðan, at teir hittust í einari maratonfinalu í French Open. Tá fór Alcaraz avstað við sigrinum.

Hjá kvinnum vann pólska Iga Swiatek eftir ein knúsandi 6-0, 6-0 sigur móti amerikonsku Amanda Anisimova.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder