Fótbóltur

Jóan Símun: - Eri ógvuliga fegin um at vera við aftur

- Eg var á Toftum, tá Atli ringdi. At spæla á landsliðnum er heilt serstakt, og eg eri tøkur, so leingi eg havi nakað at geva, sigur maðurin við 93 A-landsdystum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-08 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevði beinleiðis kós móti føroyska metinum fyri A-landsdystir í fjør, men eftir venjaraskifti hevur Jóan Símun Edmundsson ikki verið úttikin.

Til tíðindafundin á Tórsvølli síðst í mai var tað triðju ferð á rað, at navnið hjá Jóan Símuni Edmundsson ikki varð nevnt til landsliðsúttøku. Hetta var annars als ikki hent fyrr, meðan toftamaðurin hevur verið tøkur seinastu 15 árini ella so.

- Tað er sjálvandi...ikki frustrerandi men skuffandi. Men eitt ella annað stað dugi eg at skilja, at tá nýggir venjarar koma til, so sær man øðrvísi uppá ymiskt og vil nakað annað. Eg eri jú heldur ikki ungur longur. Nú eri eg bara fegin um at vera við aftur, í øllum førum til hendan dystin.

33-ára gamli áleyparin avloysti í gjár skadda Petur Knudsen í hópinum. Hoyr hann seta orð á hetta, á føroyska hópin og møguleikarnar móti Gibraltar í morgin ovast.

[object Object]

Sí fleiri myndir av Tórsvølli her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder