Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen: - Tað er deiligt at hava størri leiklut og størri ábyrgd

Ferfaldi heimsmeistarin úr Havn skoraði trý mál í kvøld og skal fríggjakvøldið klokkan 19.30 spæla EM-hálvfinalu móti Íslandi. - Haldi at Gidsel er betri at spæla út á vongin nú; eisini í Berlin.

Jóhan á Plógv Hansen heldur, at hansara skiftið til Skanderborg AGF úr Bundesliguni hevur verið gott fyri hann: 31-ára gamli vongurin tekur nú størri ábyrgd í spælinum og hevur fleiri skot - eisini á landsliðnum (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen heldur, at hansara skiftið til Skanderborg AGF úr Bundesliguni hevur verið gott fyri hann: 31-ára gamli vongurin tekur nú størri ábyrgd í spælinum og hevur fleiri skot - eisini á landsliðnum (Mynd: EPA)

2026-01-28 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hahaha. Nú hevur man tosað eitt sindur um, at Mathias Gidsel ikki spælir nógv út á vongin. Men eg haldi í roynd og veru, at tað er fínt, og at tað er nakað, sum hann heldur á at betra um. Bæði her á landsliðnum og í Füchse Berlin, har høgri vongur teirra (Hákun West av Teigum, red.) hevur fingið fleiri skot í ár og eisini hevði rímiliga nógv síðsta kappingarár.

Hetta segði Jóhan á Plógv Hansen, tá hann var í sjónvarpsstovuni hjá TV2 saman við Morten Ankerdal og hinum og varð spurdur um til til tíðir vantandi útspøl á vongin.

Hetta var eftir stóra sigurin á Noreg (38-24, Jóhan trý mál uppá trý skot). Serliga fyrrverandi fyrsta valið á høgra vongi hjá Danmark, Lasse Svan Hansen, rósti núveandi høgra vonginum; við uppvøkstri í Kyndli.

- Jóhan hevur víst seg sum tryggan hesa EM-kappingina eisini, og eg haldi, at tú hevur eitt betri kroppsmál enn onkutíð áður her á landsliðnum og móti endanum av tíðini í Flensburg.

Hetta kundi 31-ára gamli fer heimsmeistarin fyri Danmark nikka til. Og Jóhan á Plógv Hansen fegnast um, at hann í summar valdi at koma aftur til Skanderborg og donsku deildina at spæla: Jóhan og lið hansara eru í løtuni á 2. plássi í Herreligaen.

- Tað hevur verið gott fyri meg á ymsan hátt. So at siga allir hinir spælararnir í Skanderborg AGF eru væl yngri, so eg skal sum tann royndi taka stóra ábyrgd. Tað dámar mær. Eisini tað at eg fái nógv skot og millum annað skjóti brotskøst, sigur Jóhan við TV2.

Soleiðis hevur eisini verið hetta EM-endaspælið, hóast tað ikki framvegis ikki floymir við bóltin út á høgra vong hjá dønum. Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt fleiri heilar hálvleikir og tikið nøkur brotskøst í endapælinum: Samanlagt hevur vongurin skorað tólv ferðir uppá 16 skot.

- Eg fegnist um ein heldur størri leiklut enn í undanfarnu kappingum, tá eg so at siga bara hava verið inni í yvirtali. Og nú gleða vit okkum at stríðast móti Íslandi um finalupláss fríggjadagin.

Sí eisini: Video: Avgerandi sigurin hjá Íslandi í miðumfarinum

Danmark og Ísland spæla EM-hálvfinalu fríggjakvøldið klokkan 19.30. Hetta vikuskifti fara Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagirnir eftir enn einum stórum heiðursmerki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder