Hondbóltur

Jóhan gjørdi eitt av bestu málunum í finaluvikuskiftinum og fær hægst støðumet

- Hann var ísakaldur, líkamikið hvat, og spældi sítt besta endspæl higartil, halda viðmerkjarar og landsliðslegendur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-02 15:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni verða Jóhan á Plógv Hansen og hinir evropameistaranir stórliga fagnaðir í Keypmannahavn, har ein stór fólkamongd er savnað í kuldanum við Rådhudspladsen.

Í sendingini hjá TV2, har fylgt verður við túrinum og fagnaðinum, var millum annað avrikið hjá Jóhan á Plógv Hansen í finalusigrinum á Týsklandi og í EM sum heild umrøtt.

- Hetta má verða tað besta endaspælið hjá Jóhan higartil. Hann hevur tikið stóra ábyrgd og verið ísakaldur so at siga hvørja ferð, hann hevur fingið møguleikan - um tað so var í trýstari søgu í hálvfinaluni og finaluni ella í einum dysti, sum longu var avgjørdur.

Orðini eigur Lasse Svan Hansen, sum leingi var ein av bestu høgru vongunum í heiminum og spældi fast, fyrstu árini Jóhan var á danska landsliðnum.

[object Object]
Lasse Svan Hansen var fyrstaval á høgra vongi hjá Danmark í nógv ár - her í HM-finaluni í 2019 har Jóhan á Plógv Hansen var við at vinna sítt fyrsta endaspæl. Nú er Svan viðmerkjari á TV2, sum fylgir endaspølunum ógvuliga tætt (Mynd: EPA)

[object Object]Málini hjá Jóhan í miðumfarinum - og serliga í finaluvikuskiftinum - fingu stóran týdning fyri Danmark (Mynd: EPA)

Hetta EM-endaspælið hava Jóhan á Plógv Hansen og Niklas Kirkeløkke til skiftis spælt á vongplássinum í høgru í álopinum, og 31-ára gamli havnarmaðurin hevur eisini skotið fleiri brotskøst. 

Hetta tryggjaði dønum samanlagt átta mál í hálvfinalu og finalu - Jóhan skoraði fýra mál úr sjey metrum móti Ísland fríggjakvøldið og aftur í finaluni í gjár. Hann tók yvir, tá Emil Jakobsen brendi, og brotskøstini vóru týðandi í sigrunum.

Les eisini: Jóhan á Plógv Hansen er evropameistari eftir stórt avrik

Eitt av bestu málunum í finaluni - og eitt av bestu avrikinum

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eisini flott mál av vonginum, og eitt av hansara sjey málum í finaluni móti Týsklandi er millum fimm tey bestu málini hetta vikuskifti.

Tað hevur evropeiska hondbóltssambandið - EHF kosið. Sí snilda málið og hini á listanum ovast ella á Youtube-síðuni hjá EHF

Sí eisini: Jóhan snýtur týska úlvin (video)

[object Object]
Jóhan vann so at siga allar tvídystirnar við Andy Wolff, tá á stóð (Mynd: EPA)

Jóhan bæði lobbaði og skrúvaði bóltin uppum Andreas Wolff. Týski málverjin spældi eina stóra finalu - við 14 bjagingum, harav fleiri stórum - og málverjin úr Kiel bjargaði eisini fyrstu royndina hjá fyrrverandi Kyndla-spælaranum.

Men eftir hetta var nummar 26 lýtaleysur, um tað so var úr horninum ella úr sjey metrum. Sjey mál, og eins og í hálvfinaluni, næstbesti málskjútti: Kasper Hvidt, fyrrverandi evropameistarin í danska málinum, var bergtikin.

- Íshamrandi kaldur og tað er so ógvuliga týdningarmikið, at hann skoar uppá síni brotskøst - og at hann er so kaldur vuð sínum vongskotum. Tá hann ge tað, so er tað undirhald við flottum tekniskum detaljum. Tað var sublimt

Hvidt er viðmerkjari til donsku dystirnar og gevur støðumet á skalanum 1-10 aftaná. Jóhan á Plógv Hansen var ein av teimum, sum fekk eitt 10-tal í gjár. Nú kann royndi vongurin fegnast um fimta endaspælsgulli.

Dagført: 16.11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder