Fótbóltur

Jonn leingir við meistararnar

KÍ hevur skrivað undir sáttmála við Jonn Johannesen til kappingarárið 2025.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-24 13:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jonn Johannesen og KÍ hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.

21 ára gamli klaksvíkingurin hevur ikki verið nógv at sæð á vøllinum seinasta árið. Hann varð skurðviðgjørdur í heyst, og er nú undir uppvenjing.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

KÍ skrivar á heimasíðuni, at væntað og vónað verður, at hann verður ein virðismikil partur av liðnum tá kappingin byrjar aftur í vár.

Jonn Johannesen hevur spælt 93 dystir í bestu deildini og skorað 20 mál. Eisini hevur hann verið á U21-landsliðnum, og eisini verið við í evropeiskum dystum fyri KÍ.

KÍ skal aftur í evropeiska eldin í næstu viku, tá Slovan Bratislava vitjar á Tórsvølli.

[object Object]Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, og Jonn Johannesen (Mynd: KÍ)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder