
Liðskiparin á landsliðnum Ásla Johannesen skifti í summar úr FC Nordsjælland til AGF. Julia Naomi Mortensen er eisini flutt til Aarhus, har hon nú roynir seg, og fyrrverandi HB miðvallarin hevur veruliga gjørt vart við seg fyrstu dystirnar hjá liðnum, sum spælir í bestu donsku deildini.
Hon kom inn og átti seinasta AGF-fótin á fyrra málinum hjá liðnum í dystinum móti stórliðnum Fortuna Hjørring í 1. umfari. Julia Naomi skoraði í 1. umfari í steypakappingini og legði upp til fyrra málið í 2-1 heimasigrinum á Kolding fríggjakvøldið.
Í gjárkvøldið gjørdi Julia Naomi Mortensen aftur bart, tá hon varð skift inn í steypadystinum móti Aarhus 1900, sum spælir í triðbestu donsku deildini.
Støðan var 2-1, tá 20-ára gamli føroyingurin varð skiftur, og Julia Naomi skoraði seinasta málið í dystinum.
Ásla Johannesen hevur beinanvegin vunnið sær fast pláss á vinstra bakki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald