Føroyski langteinarennarin Julian Gregersen hevur um vikuskiftið tikið enn eitt føroyskt met.
Tá hann leygardagin luttók í DM í 10 kilometra renning í Aarhus, tók hann 32 ára gamla metið á 30:58 minuttir, sum Albert Marni Joensen setti í 1994 - eisini í Aarhus.
Julian rann teinin við tíðini 30:42 minuttir og endaði á einum 18. plássi.
Julian Gregersen hevur frammanundan tikið fleiri føroysk met í m.a. fimm kilometra renning og í hálvum maraton.
Umframt Julian luttóku Ragnar Rasmussen (32:35 min.), Steffan Kunoy (33:35 min.) og Neli Heldarskarð (35:02 min.) í kappingini í Aarhus, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald