
Tá eitt korter var eftir av dystinum við Djúpumýrar í gjárkvøldið skifti AB 26-ára gamla Hannes Debois inn á sentrala miðvøllinum. Belgiski leikarin, ið hevur vant við á Argjum í eina tíð, avloysti Bjarna Skála.
Hann hevur fyri tað mesta spælt í lægru deildunum í Belgia, men var í 2019 í Tailandi og spældi - Uros Stojanov hevur eisini roynt seg í Tailandi. Debois er landsmaður hjá Jasper van der Hayden, ið hevur spælt 10 dystir fyri AB í Betrideildini í ár. Debois roynir at vinna bóltin frá Børga Petersen, ið er javngamal við Gulak Jacobsen, ið sæst hita upp í bakgrundini (Mynd: Jens Kr. Vang)
Beint áðrenn yvirtíðin byrjaði, kom Gulak Jacobsen inn á vøllin fyri Páll Andrasson Klettskarð. Gulak hevur verið í hópinum hjá KÍ nakrar ferðir í ár, men hetta var fyrstu ferð, at hann kom inn. 18-ára gamli leikarin hevur spælt 11 dystir fyri 1. deild í ár - teir flestu á høgra bakki, hóast kviki og ágangandi leikarin upprunaliga er álopssinnaður leikari. Hann kom aftur til barndómsfelagið á summri í fjør eftir yvir tvey ár í Sønderjyske og fekk sáttmála í vetur.
KÍ vann dystin 2-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald