Hondbóltur

KÍ á veg at gera sáttmála við norskan áleypara

Sum skilst er talan um 29-ára gamla Erlend Hustad, sum seinastu trý árini hevur spælt í næstbestu norsku deildini.

Maðurin, sum eftir øllum at døma kemur til føroyskan fótbólt og KÍ skjótt, hevur eisini spælt 40 dystir í fremstu deildini í heimlandinum. Hann er uppvaksin í Molde og hevur áður eisini umboðað millum annað Brann og Sandnes Ulf (Mynd: brann.no)

Maðurin, sum eftir øllum at døma kemur til føroyskan fótbólt og KÍ skjótt, hevur eisini spælt 40 dystir í fremstu deildini í heimlandinum. Hann er uppvaksin í Molde og hevur áður eisini umboðað millum annað Brann og Sandnes Ulf (Mynd: brann.no)

2026-01-13 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Greipuvinnararnir hava framvegis ongan nýggjan spælara kunngjørt til kappingarárið 2026, men Norðlýsið skrivaði í gjárkvøldið, at ein nýggjur álopsspælari nærkast.

Hetta skal, sambært lokalimiðlinum, vera ein av trimum nýggjum spælarum til álopspartin hjá KÍ.

Nógv vænta, at Dávid Reynheim verður ein av hesum. Men tann fyrsti at koma uppá pláss verður ein skandinavi.

Sum skilst er talan um ein norðmann - sambært keldum hjá Portalinum eitur hesin  Erlend Hustad.

29-ára gamli áleyparin er sáttmálaleysur í løtuni. Hetta eftir tvey ár í Raufoss sum spælir í næstbestu norsku deildini.

Erlend Hustad hevur spælt í OBOS-deildini seinastu trý árini - og tað mesta av sínari vaksnamannatíð. Sambært Transfermarket hevur 1,94 metrar høgi áleyparin skorað 41 mál í 133 dystum í næstbestu norsku deildini.

Maðurin, sum eftir øllum at døma kemur til føroyskan fótbólt skjótt, hevur eisini spælt 40 dystir í fremst deildini í heimlandinum. Hann er uppvaksin í Molde og hevur áður eisini umboðað millum annað Brann og Sandnes Ulf.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder