Fótbóltur

KÍ bjóðar EBS/Skála av

Niðurtúrurin hja HB heldur fram, og KÍ og EBS/Skála kappast nú heilt frammi í oddinum.

Rannvá B. Andreasen skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum hjá KÍ móti HB í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Rannvá B. Andreasen skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum hjá KÍ móti HB í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-30 22:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14. umfar í Betri-deildini varð leikt í kvøld, og HB gjørdist stóri taparin.

KÍ var á vitjan í Havn, har týdningarmikil dystur var á skránni i striðnum at verða fremst avbjóðari hjá nýklæktu steypavinnarunum í oddinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

Málið til 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ endaði við at vera omaná á Tórsvølli. Málrevurin, Rannvá B. Andreasen skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki, og harvið hevur KÍ nú lagt seg frammum HB.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

HB hevur havt ellivu ræðudagar: Fyrst tapti HB oddadyst á Skála, síðani steypafinaluna triðja árið á rað, har liðið var í yvirtal í 55 minuttir og hevði fleiri risamøguleikar, og í kvøld streyk KÍ so avstað við øllum trimum stigunum.

FM-vónin er tó ikki farin. Fimm stig eru upp til EBS/Skála, og øll liðini hava tveir innanhysis dystir eftir móti hvør øðrum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

EBS/Skála fylgdi upp uppá steypasigurin leygardagin, tá felagsliðið vann tryggan heimasigur á B68 í kvøld. EBS/Skála avgjørdi dystin í 1. hálvleiki. Í løtuni er liðið á veg móti greipuni 2. árið á rað, men tað er tætt í oddinum.

ÍF/Víkingur var á vitjan í Gundadali, og har vann útiliðið tepran sigur.

Hanna Isaksen Højgaard skoraði einsamalla málið í dystinum á Ovara vølli millum B36 og ÍF/Víking (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslit 14. umfar:

HB - KÍ 0-2 (0-1)
Rannva B. Andreasen 0-1
Rannva B. Andreasen 0-2

EBS/Skála - B68 4-1 (3-0)
Rakul V. Magnussen 1-0
Ansy S. Jacobsen 2-0
Birna T. Mikkelsen 3-0
Laila Pætursdóttir 3-1
Margunn Lindholm 4-1

B36 - ÍF/ Víkingur 0-1 (0-1)
Hanna Isaksen Højgaard 0-1

Betri deildin kvinnur eftir 14 umfør:
1. EBS/Skála (36 stig)
2. KÍ (34 stig)
3. HB (31 stig)
4. ÍF/Víkingur (18 stig)
5. B36 (2 stig)
6. B68 (2 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder