Fótbóltur

Ási og Shaki skulu við til Kroatia

Eru teir nýggju á A-landsliðnum, í mun til dystin móti Kekkia. Brandur Hendriksson og Jóannes Kalsø Danielsen eru ikki tøkur, og Hallur Hansson er heldur ikki í hópinum.

René Shaki Joensen hevur ikki verið við tríggjar tær seinastu ferðirnar vegna ymiskar snuddir - KÍ-spælarin kann fáa stóran leiklut í Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen hevur ikki verið við tríggjar tær seinastu ferðirnar vegna ymiskar snuddir - KÍ-spælarin kann fáa stóran leiklut í Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-03 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14. november spælir føroyska manslandsliðið seinasta dystin í hesari HM-undankappingini. Talan verður um torførasta dystin í bólkinum, har Kroatia er sterkasta liðið.

Støðan hjá Føroyum er, at vinnur man, so kann HM-plássið framvegis koma í hús. Og farið verður eftir at krýna bestu undankappingini higartil. Liðið hevur vunnið tríggjar dystir á rað og fýra av teimum seinastu fimm.

Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein hevur júst kunngjørt hópin til hendan dystin, umframt venjingardystin móti Kasakstan fýra dagar seinni.

Føroyski hópurin til dystirnar í november: 

Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland) 
Arnbjørn Svensson, Víkingur *
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, HB (NSÍ)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ
Ási Dam **

Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ **
Noah Mneney *
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Noreg)

Álopsspælarar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ

Komu inn í hópin sum avloysaar fyri skaddar menn - ávikavist Samuel Chukwudi og Hall Hansson - seinast
** Nýggir í hópinum

14. november: Kroatia - Føroyar (HM-undankapping)
18. november: Kasakstan - Føroyar (Venjingardystur - spældur í Kroatia)

Brandur Hendriksson var fyri níggju døgum undir skurði fyri meniskskaða í knænum. Dugnaligi miðvallarin er ikki nóg birgur til landsdystir seinni í mánaðinum.

Ein annar av teimum, sum byrjaðu í báðum sigrunum í oktber, er heldur ikki við. Vegna gula kortið móti Kekkia hevur Jóannes Kalsø Danielsen leikbann til dystin móti Kroatia. KÍ-bakkurin kann spæla venjingardystin, men Eyðun Klakstein staðfesti á tíðindafundinum, at í samráð við spælarum varð avgerð tikin um, at Jóannes ikki verður við hesaferð.

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen, sum fer eitt klemm frá Jákup Biskopstø Andreasen, spældi ógvuliga væl í heimasigrinum í oktober. Hann og Brandur Hendriksson verða ikki við hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

Tveir spælarar, sum kunnu røkja júst plássið sum høgri vongbakkur eru úttiknir hesaferð: Ási Dam bert fyri aðru ferð og royndi René Shaki Joensen, sum nú er so væl fyri, sum hann var tíðiliga á árinum, tá KÍ-spælarin var á landsliðnum seinast.

Shaki hevur havt trupulleikar við serliga lærkrikanum í ár, og landsliðsvenjaratoymi hevur mett, at hann ikki hevur skula verið við í hópinum vegna kropsligu støðuna og venjingarstøðuna (hevur vant lítið men spælt nógvar dystir).

René Shaki Joensen er úttikin sum miðvallari men kann røkja pláss í verjuketuni eisini - hann spældi eina ógvuliga góða steypafinalu fríggjakvøldið og kann gera stóran mun í Kroatia. Liðfelagarnir Hallur Hansson og Patrik Johannesen, sum komu inn í finaluni og gjørdu mun, skulu heldur ikki spæla landsdyst á hesum sinni.

Ási Dam var fyrsti ferð á A-landsliðnum, tá Eyðun Klakstein og toymi fyribils høvdu ábyrgd í november í fjør. HB-spælarin kom inn inn men eftir støðug og góð avrk fær hann helst møguleikan hesaferð.

[object Object]
Ási Dam verður helst hugsaður sum framtíðar vongbakkur - hann kann eisini røkja plássið sum vongur (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder