Fótbóltur

Bjartalíð skal finna sær nýtt felag

Fredrikstad Fotballklubb er ikki sinnað at leingja við føroyska landsliðsleikaran.

(Mynd: fredrikstadfk.no / Qwerty)

(Mynd: fredrikstadfk.no / Qwerty)

2025-11-03 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

29 ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Jóannes Bjartalíð, skal finna sær eitt nýtt felag at spæla fyri, tá norska fótbóltskappingin er av um tríggjar dystir.

Júst nú er tað aftur byrjað at ganga væl hjá føroyska leikaranum, sum hevur verið nógv darvaður av skaðum síðan hann kom til Frederikstad úr KÍ í 2023.

Í gjár spældi Frederikstad móti Kristianssund BK á heimavølli. Frederikstad vann 3-1, og Bjartalíð skjeyt eitt mál og legði upp til eitt. Málið varð skotið upp á brotsspark, og hetta var fyrsta málið hjá Bjartalíð fyri Frederiksstad í bestu norsku deildini.

Sum skilst, so er Frederikstad ikki sinnað at leingja við føroyska landsliðsspælarin, nú sáttmálin gongur út. Tað ljóðaði annars, at felagið var áhugað at leingja við Bjartalíð, men hetta var áðrenn hann rendi seg út í ein skaða. Helst eru nógvu avbrotini orsaka av skaða orsøkin til at áhugin er minkaður fyri Jóanesi Bjartalíð.

Bjartalíð hevur annars verið ein væl umtóktur spælari síðani hann kom og hjálpti felagnum bæði til at flyta upp í bestu deildina, Eliteserien, og at vinna norsku steypakappingina í fjør.

Í 2023 varð Jóannes Bjartalíð kosin til ársins spælara í OBOS-liguni, næstbestu deildini í Noregi.

Nú trý umfør eru eftir av bestu deildini í Noregi, liggur Frederikstad á sætta plássi við 39 stigum uttan møguleika fyri at gera seg galdandi millum fýra tey ovastu plássini, sum geva rætt til evropeiska luttøku næsta ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder