
Kappingarárið 2019 í føroyskum fótbólti er av, og Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt samlaða heiðursmerkjabýti upp.
Tað sæst her
Tað hilnaðist best hjá HB, KÍ, Víkingi og B36. Samanlagt vann HB flest heiðursmerki, men við at vinna gull í Betri Deildini hjá monnum, gull í næstbestu deildini hjá monnum, umframt gull í Betri Deildini hjá kvinnum, skrivaðu klaksvíkingar seg í søgubøkurnar.
FSF skrivar, at í nýggjari tíð er tað nevniliga ongantíð hent áður, at sama felag hevur vunnið fremstu deildina hjá monnum, næstfremstu deildina hjá monnum, og fremstu deildina hjá kvinnum sama kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald