Fótbóltur

Kí keypt japanskan leikara

KÍ hevur keypt japanskan miðvallaleikara, sum spælur í verjukendari støðu, men eisini kann spæla á vonginum.

Kelda: Youtube

Kelda: Youtube

2018-12-23 17:01 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Takuya Matsunaga úr Japan skal spæla við KÍ næsta ár. Hesum boðar Norðlýsið frá. 

Takuya Matsunaga hevur spælt í Evropa seinastu árini, seinast í Kalev Tallin í bestu deildini í Estlandi. Norðlýsið skrivar at hann skoraði fimm mál og legði upp til fýra í 35 dystum fyri estlendska felagið. 

Nýggi leikarin hjá KÍ hevur spælt mitt á miðjuni í heldur verjukendari støðu, men í einstøkum førum hevur hann eisini spælt sum vongur. 

Í 2016 og 2017 spældi hann við FK Utenis Utena í bestu deildini í Litava.

Sáttmálin við Takuya Matsunaga er galdandi fyri kappingarárið 2019. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder