
Tað eru tíggju dagar síðani, at tað seinast varð spælt í Betrideildini. Nú skulu fleiri lið í gongd aftur.
Betrideildin 18. umfar (dystirnir eru framskundaðir frá 28.08)
Mikudagin 22.07
18.30: NSÍ - Skála
19.00: KÍ - AB
KÍ og NSÍ skulu spæla evropeiskan fótbólti í seinnu hálvu av august, og tískil eru dystirnir hjá teimum framskundaðir til í kvøld. NSÍ hevur 28 stig fleiri enn sítt mótstøðulið - KÍ hevur 22 stig fleiri enn AB.
Støðan eftir 12 umfør
1. HB (31 stig)
2. NSÍ (29 stig)
3. B36 (28 stig)
4. KÍ (26 stig)
5. Víkingur (20 stig)
6. ÍF (19 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Tá umventu uppgerðirnar vóru 1. juni, endaði tað 0-10 samanlagt: NSÍ vann 4-0 á Skála, og KÍ vann heili 6-0 á Argjum.
NSÍ er við heilt har frammi og kann leggja seg á odda í Betrideildini við sigri í kvøld. Hjá Glenn Ståhl eru fleiri leikarar, sum eru úti við skaða. Serliga meint er tað, at javnsetti toppskjúttin Petur Knudsen er úti skaða í økslini. Tað er ein annar av stóri profilunum hjá NSÍ, Bárður Jógvansson Hansen, eisini. Búi Egilsson hevur eisini trupulleikar, og sambært in.fo sita Mórits Heini Mortensen og Pætur Hentze eisini uttanfyri í kvøld.
Hóast hetta er NSÍ greiður favorittur móti Skála, ið bert hevur eitt stig, og hevur latið 37 mál inn í ár - runavíkingar hava bert latið seks mál inn. NSÍ hevur seinastu tríggjar dystirnar í Betrideildini vunnið við einum málið á botn-fýra liðum, umframt ein sigur í brotssparkskapping við Margáir í steypakappingini. Spurningurin er, um Skála megnar at gera kommunuuppgerðina spennandi og órógvar NSÍ í oddastríðnum.
Klæming Andrasson Olsen og NSÍ skulu í kvøld vinna á Skála (Mynd: Jens Kr. Vang)
12. juni tapti KÍ heili 6-2 fyri B36 á Tórsvølli. Nú skulu føroyameistararnir aftur á kósina. AB gav ikki KÍ nakrar trupulleikar, seinast liðini hittast, og á pappírinum er tað ikki í Klaksvík, at AB "skal fáa neyðugu stigini". Spuringurin er tó, um KÍ er farið nakað av kós í oddastríðnum. Heimaliðið skal eisini í kvøld spæla uttan leikbannaðu Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen og skadda Ísak Simonsen. Tað er eisini sera ivasamt, um Ole Erik Midtskogen fær nakran leiklut í kvøld. Odmar Færø er tó aftur eftir skaða.
Frá 6-0 dystinum á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)
Vit dagføra beinleiðis frá báðum dystunum og hava myndir frá teimum. Eftir dystirnar taka vit samanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald