Fótbóltur

KÍ skal aftur á kósina í kvøld

EB/Streymur hevur vunnið tveir teir seinastu heimadystirnir 5-0 og kann avgjørt gera tað torført hjá føroyameistarunum, sum vitja við fyribils venjara. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.

Árni Frederiksberg og KÍ hava stríðst við tingini í ár, og tað tykiskt í løtuni tungt hjá teimum í bláum at renna aftaná HB og Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og KÍ hava stríðst við tingini í ár, og tað tykiskt í løtuni tungt hjá teimum í bláum at renna aftaná HB og Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-30 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í Betrideildini vórðu spældir í gjárkvøldið, og tann seinasti í umfarinum er á skránni í kvøld. KÍ'arnir kundu í gjár aftur síggja Víking og HB vinna, og tað ger ikki trýstið á føroyameistararnar minni.

7. umfar í Betrideildini
Í gjár, mánadagin 29. apríl

Skála - B36 3-1 (2-0)
6' Karl Martin Johansen (brotsspark) 1-0
18' Dávid Johansen 2-0
67' Caros Felipe De Sousa Ferreira 3-0
72' Villiam Klein 3-1

NSÍ - Víkingur 0-1 (0-0)
64' Poul Kallsberg 0-1

Les eisini: Poul og sterkt liðavrik tryggjaðu Víkingi tjúgunda sigurin á rað

B36 - ÍF 3-3 (2-3)
2' Kasper Sommerstedt 0-1
8' Vilmer Johannes Rønnberg 1-1
12' Kasper Sommerstedt 1-2
33' Jhon Mena 1-3
45' Bjarki Nielsen 2-3
48' Marius Kryger Lindh 3-3

Les eisini: Skelkur í Gundadali

07 Vestur - HB 0-3 (0-2)
3' Mathias Voss 0-1
44' Eivind Restorff Mouritsen 0-2
90+1' Eivind Restorff Mouritsen 0-3

Í dag, týsdagin 30. apríl
EB/Streymur - KÍ (18:00)

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 12 stig*
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig*
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig

*Ein dyst færri

KÍ hevur longu tapt tveir dystir í Betrideildini og reyk út úr kappingini um Løgmanssteypið í síðstu viku, tá HB vann við Djúpumýru. Hetta kostaði endaliga norðmanninum Haakon Lunov starvið.

Hjálparvenjarin Espen Haug, sum einki samband hevði við Lunov áðrenn KÍ og sum hevur væl fleiri royndir sum høvuðsvenjari, hevur fyribils tikið yvir. KÍ leitar annars eftir nýggjum høvuðsvenjara og leitar eftir rætta stevninum.

[object Object]48-ára gamla Espen Haug kom til Klaksvíkar sum hjálparvenjari í vetur- nú stendur hann við høvuðsábyrgdini fyri trýfalda meistaraliðnum, sum ikki hevur líkst sær sjálvm í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur hevur fýra stig og hevur ikki vunnið á KÍ síðani í 2017. Tað var við júst Margáir, og har hava menninir hjá Sigfríði Clementsen vunnið tveir dystir á rað 5-0 (ÍF í Betrideildini og 07 Vestur í kappingini um Løgmanssteypið)

KÍ er sjálvandi ein heilt onnur uppgáva, men EB/Streymur hevur - fyriuttan tapið á Skála í 1. umfari - víst nógvar góðar taktir í ár: Eisini á útivølli móti HB í síðsta umfari.

Éspen Haug hevur fleiri skaðar í hópinum, men í kvøld eru íhvussu er Claes Kronberg og Cedric Yambere aftur. Trý stig er eitt krav hjá útiliðnum við Margáir. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder