Hann hevur spælt á A-landsliðnum í tíggju ár, samanlagt hálvthundrað ferðir og við Tjarnir fyri fyrstu ferð.
Kjartan Johansen setur í samrøðu við Tormóð Petursson Djurhuus omanfyri orð á hesi serstøku tingini.
- Her er fantastiskt at spæla, og hetta var ein góður lærupeningi, staðfestir strandingurin, sum var heldur vónbrotin um tapi og egna avrik.
- Vit verða trýstir á altjóða stigi í verjustøðu og í teirra serliga álopsspæli...har er nakað at lesa uppá áðrenn Oslo.
Royndi bakkurin staðfestir, at tað er har, at stigini skulu heintast.
Kjartan Johansen er sætti føroyski mannligi spælarin, og tann áttandi samanlagt, sum hevur spælt 50 ferðir ella fleiri ferðir á A-landsliðsstigi.
Rókur Akralíð, Tróndur Kragesteen, Hanus Joensen, Hans Áki Dal-Christiansen og Peter Krogh vóru heiðraðir áðrenn dystin fyri tað sama. Teir hava spælt millum 57 og 51 dystir.
Pernille Brandenborg og Bjarta Johansen hava rokkið hesum hjá kvinnum - báðar komu uppum 50 landsdystir i fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald