Fótbóltur

Klaksvíkingar fáa nýggjan vøll

Í mun til tann vøllin, sum verður nýttur í dag, hevur nýggi vøllurin sand og børk sum ífyllu, hendur enn gummigranulat.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-07 12:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkar kommuna og P/F Føroya Møblasøla skrivaðu í gjár undir sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli á Djúpumýru. Talan er um ein vøll av merkinum DOMO.

Í mun til tann vøllin, sum verður nýttur í dag, hevur nýggi vøllurin sand og børk sum ífyllu heldur enn gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt. Hetta merkir, at nýggi vøllurin er munandi betri fyri umhvørvið, sigur Klaksvíkar kommuna.

Eftir ætlan byrjar arbeiðið at skifta vøllin um hálvan juni. Arbeiðið skal vera liðugt síðst í juni, soleiðis at hetta ikki ávirkar luttøkuna hjá KÍ í evropeiskum høpi.

[object Object]Birgir Andreasen, P/F Føroya Møblasøla, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommuna (Mynd: Klaksvíkar kommuna)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder