Fótbóltur

Klaksvíkingar og víkingarnir skjóta 21. umfar í gongd í kvøld

Bæði KÍ og Víkingur hava nógv uppá spæl við Djúpumýru.

Víkingur og KÍ skulu stríðast um trý virðismikil stig í Klaksvík í kvøld
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur og KÍ skulu stríðast um trý virðismikil stig í Klaksvík í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-31 11:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ímillum steypafinaluna og landsliðsstegðin liggur 21. umfar. Av tí at landsliðið samlast sunnudagin, sum fyrireiking til dystin móti Malta um eina viku, verða flestu dystirnir í Betri-deildini hetta vikuskifti leiktur í morgin.

Ein verður tó longu í kvøld. Hann er í Klaksvík, har Víkingur er á vitjan. Teir á felagsliðnum taka stuttu leiðina um Leirvíksfjørð, vitandi at trý stig er eitt krav í stríðnum um topp-trý og harvið Evropa. Hjá vertunum telur eisini so at siga bert ein sigur í kappingini um FM.

Seinastu tvær vikurnar hava verið forferdiligar hjá Víkingi. Fyrst misti liðið profilin Sølva Vatnhamar vegna skaða, síðani tapti tvífaldi føroyameistarin 4-1 fyri 07 Vestur á heimavølli, har Andreas Lava Olsen (reytt kort) og liðformaðurin Atli Gregersen (4. gula kortið) fingu leikbann. Fýra dagar seinni vunnu Suðringar í Saprugerði fyri aðru ferð í ár, og B36 vann á dramatiskan hátt finaluna um Løgmanssteypið tvey samdøgur seinni. Hetta ger, at Víkingur nú noyðist at enda í topp-trý fyri a tryggja sær evropeiskt pláss sjeynda árið á rað.

B36 hevur longu vunnið sær rættin at spæla í Evropa League, og av tí at Víkingur hevur tapt tveir dystir á rað eru nú sjey stig upp til NSÍ á triðja plássið.

KÍ er níggju stig frammanfyri, og kann harvið við sigri leggja Víking so langt afturum, at evropeiska plássið hjá klaksvíkingum ikki kemur í vanda. Hinvegin kann Víkingur hála inn.

Eins og Víkingur, so hevur KÍ nakað at innheinta. Um KÍ skal hava fatur á HB, skal liðið helst hava fult stigatal sjey dystirnar. Klaksvíkingar taptu tveir týdningarmiklar dystir fyri HB og B36 fyrr í mánaðinum, og harvið skal KÍ vinna fyri at spenningur skal verða í meistarastríðnum.

Tað verða harvið tvey lið, ið fara 100% eftir sigrinum í kvøld, og tá hesi liðini hittast gerst tað sum oftast sera inntenst. KÍ kann leggja trýst á HB, ið spælir í morgin, og Víkingur kann gera tað sama við NSÍ.

Víkingur vann í Klaksvík tíðliga í mai, bert tríggar vikur seinni setti KÍ føroyameistaran uppá pláss í Sarpugerði.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.00.

Støðan í Betri deildini
1. HB (52 stig)
2. KÍ (44 stig)
3. NSÍ (42 stig)
4. Víkingur (35 stig)
5. B36 (34 stig)*
6. EB/Streymur (19 stig)
7. Skála (19 stig)
8. TB/FCS/Royn (18 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)*
10. AB (9 stig)

*Ein dyst færri

Hesir dystirnir verða leiktir í morgin: 

15.00: TB/FCS/Royn - EB/Streymur
           HB - AB
           NSÍ - B36

16.00: Skála - 07 Vestur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder