Aftur í gjár var tætt í toppinum. So tætt, at tað bleiv spurtað um sigurin. Allir tríggir fingu somu tíð, men Kostas átti munin.
Í ár eru tað Kostas Garoflos, Pauli Poulsen og Bergtór Thorsteinsson, ið skara framúr.
Tíverri fyri kappingina er Helgi W. Olsen ikki við í ár, og eiheldur Niklas Hallgren, sum eisini stóð seg rættiliga væl í fjør.
Jákup Petur Eliassen hevur vunnið Leif Mohr Kring Føroyar kappingina tríggjar ferðir, og heldur ikki hjá honum lá fyri at luttaka í ár.
Torført er at taka dagar ímillum hvør av hesum hevði staðið ovast á sigurspallinum, hesar tríggjar dagarnar. Allir sterkir og gávuríkir súkklarar, eru fleiri samd um. Einkultstartin í Vágunum hevði Pauli vunnið, eru somuleiðis fleiri samd um. Torført er at koma við einum boði um, hvør hevði vunnið 2. og hvør hevði vunnið 3. etapu. Javnt. Og spennandi hevði tað verið.
Sandoy
Í gjár var tað 3. etapa av árligu Kring Føroyar kappingini, og tað var vakra Sandoyggin, sum skuldi súkklast suður, eystur og norð.
Startur og mál var við Meginskúlan á Sandi, og leiðin gekk fyrst til Húsavík, og síðan gjøgnum Dalstunnilin til Dal at venda. Leiðin gekk nú til Skálavíkar. Tað bleiv koyrt runt í bygdini, og so gekk leiðin aftur til Dals gjøgnum nýggja tunnilin, og síðan aftur til Skálavíkar. Tá Skálavík var farin afturum sýn fyri aðru ferð, gekk leiðin til Sandsbygd, og síðan á mál við Meginskúlan.
Stutt eftir startin, og tá tað gekk niðan Brekkuni Stóru setti Regin Thomsen á. Hann fekk hol aftur til teir fremstu, og var taktikkurin hjá Regin tann, at hann í gjár vildi troytta og møða hinar, ið hann kappast við. Tað eydnaðist.
Ein løta gekk, og Pauli, Bergtór og Kostas nærkaðust. Ein løta gekk aftrat, og teir vóru vekk. Trioin. Hesir fylgdust líka á mál. Tað bleiv spurtað um sigurin, og í gjár var tað sum sagt Kostas, ella Konstantinos Garoflos, ið átti munin. So tætt var, at allir komu á mál við somu tíð, og tí mátti málmynd avgera hvør átti munin.
Ungi Jónatan Gregersen var aftur til dystin fúsur, og aftur í gjár blandaði hann seg millum teir fremstu. Væl gekk. Hann kom á mál sum nummar fimm av øllum, og fekk hann somu tíð sum royndi súkklarin úr Sandavági, Jóanis Albert Nielsen.
Eysturoyggin
Í dag verður Eysturoyggin karmur um kappingina, tá 4. etapa skal súkklast. Tá verður startur og mál í Kambsdali, við sølubúðina hjá Leif Mohr.
Í dag verður súkklað úr Kambsdali til Runavík, runt Agnið, og so gongur leiðin móti Lamba, og síðan til Glyvradal at venda. Leiðin gongur síðan til Gøtu, og gjøgnum tunnilin til Leirvík, og so eftir gamla Leirvíksvegi niðan móti Kambsdali. Ikki á mál, tí fyrst skulu súkklararnir til Fuglafjørð, niðan Muntrabrekkuna, ella Toftagøtu, eftir Mirmansvegi, og víðari til Kamsdal. Á mál.
Kappingin byrjar klokkan 14, og teir fremstu súkklararnir koma á mál millum 15.30 og 16.
Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald