Fótbóltur

Koyr á B68 – nýggjur fjepparasangur

Jákup Hansen syngur fyri í sanginum, sum Helena Hansen og Jannet Hanusardóttir Højgaard hava skrivað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-04 09:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið vann B68 sín fyrsta sigur í bestu deildini í fótbólti í ár, tá liðið av Toftum vann 2-0 móti EB/Streymi á heimavølli.

Og tá var høvi at skrúva hart frá fyri spildurnýggja B68-sanginum, sum fjepparafelagið Reyði Pantarin hevur latið framleitt. Nýggi sangurin eitur “Koyr á B68”.

Tilgongin til sangin byrjaði oktobur í fjør, og nú góðar sjey mánaðar seinni er nýggi fjepparasangurin klárur.

Fjepparafelagið fegnast um sangin, sum Helena Hansen og Jannet Hanusardóttir Højgaard hava skrivað.

Tær fingu Jákup Hansen at syngja, og upptøkan prógvar, at Jákup hevur eina rødd, ið er framúr góð og riggar einastandandi væl til sangin, skrivar Reyði Pantarin í tíðindaskrivi.

Til sangin er eisini gjørt eitt festligt sjónbandalag, sum Andri Gerðisá hevur staðið fyri.

Hans Poulsen hevur framleitt sangin í sínum IntroVers Studio.

- Samanhaldi vit í Nes Kommunu hava rundan um Tofta Ítróttarfelag er einastandandi, og gleðiligt er altíð at merkja hvussu fólk fylgja við frá yngstu til elstu, skrivar fjepparafelagið. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder