Fótbóltur

Kroatia-Føroyar sæst í Televarpinum

U21-landsliðið hevur eina stóra og spennandi uppgávu klokkan 16 í dag.

Innskifti Gutti Dah-Olsen skoraði bæði málini hjá Føroyum í 2-4 tapinum fyri Kroatia fyri beint undir einum ári síðani (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Innskifti Gutti Dah-Olsen skoraði bæði málini hjá Føroyum í 2-4 tapinum fyri Kroatia fyri beint undir einum ári síðani (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2024-09-05 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá liðini hittust í Klaksvík í september í fjør, vóru kroatar á odda 3-0. So kom Gutti Dah-Olsen, og føroyingarnir fóru sum heild at bjóða meira av. 

Gutti skoraði tvær ferðir, og veruligur spenningur kom í til endans. Tað endaði tó við, at útiliðið økti og harvið vann 4-2. 

Nú hittast Føroyar og Kroatia aftur. Bæði liðini hava spælt 6 dystir í bólki G, har seks lið eru við. Kroatia er á 3. plássi við 13 stigum, og Føroyar eru á 4. plássi við 7 stigum. 

Kroatar standa á pappírinum sum stórfavorittar og verður hetta ein stór avbjóðing hjá føroyska liðnum. Hetta er Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari greiður yvir.

– Hetta verður ein krevjandi og spennandi uppgáva. Kroatia er gott lið, við nógvum dugnaligum spælarum, ið spæla á høgum stigi kring Evropa. Skulu vit standa okkum væl í hesum dysti, mugu vit fyrst og fremst vera væl skipaðir og stríðast, og síðani skulu vit eisini hava dirvi at spæla bólt og leypa á. Vit trúgva upp á møguleikan og spæla fyri tí stóra úrslitinum.

Hetta segði hann í viðmerking til fsf.fo í gjár.

Sí eisini: U21: Mugu vera væl skipaðir og striðast

[object Object]Eyðun Klakstein undan fyrsta dystinum í hesari undankappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar eru uttan skaddu Áka Samuelsen og Áka Johannesen. Samuel Johansen Chukwudi hevur ikki spælt nakran dyst í hesari undankappingini men hevur sterki miðverjin U21-aldur. HB-miðverjin er tó á A-landsliðnum hesaferð.

Tó so, eru nógvir spennandi spælarar á U21-landsliðnum, har av fleiri eru umráðandi spælarar á sínum liðum í Betrideildini. Dømi eru vengurnir hjá Víkingi Olaf Bárðarson og Poul Kalssberg. Leivur Fossdal Guttesen úr HB er nú við U21-landsliðnum eisini.

Fyrsta bríksl í Zagreb verður klokkan 16 føroyska tíð. Dysturin sæst á Rás 1 hjá Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder