placeholder
Fótbóltur

Kvinnurnar beinleiðis í EM-undankapping

UEFA strikar innleiðandi kappingina, so at øll londini nú koma beinleiðis í bólkaspælið.

Heidi Sevdal og føroyska kvinnulandsliðið í dysti móti Týsklandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heidi Sevdal og føroyska kvinnulandsliðið í dysti móti Týsklandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-05 10:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur tikið avgerð um, at komandi EM-undankapping hjá vinnum verður broytt soleiðis, at lægri undanskipaðu londini ikki skulu spæla innleiðandi kappingar, fyri at spæla seg víðari í sjálva undankappingini, men at øll londini fara beinleiðis í bólkaspælið.

Sostatt er greitt, at føroyska kvinnulandsliðið aftur skal spæla tíðandi dystir í 2019 og í 2020, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

- Um vit skulu flyta kvinnufótbóltin upp á eitt hægri støði, er hetta vegurin fram. Og nú vita vit eisini við vissu, at landsdystir verða á skránni næstu tvey árini, og tað er sera týdningarmikið fyri okkum spælarar, sigur Heidi Sevdal, sum farna fríggjadag fekk heiðurin sum ársins landsliðsspælari 2018.

Lutakastið til komandi EM-undankapping hjá kvinnum verður síðst i februar, meðan fyrstu dystirnir í kappingini verða í august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder