
Seinasta vikuskifti vóru dystirnir um Lionsbikarið, Stórsteypadystirnir, leiktir. Har vunnu Kyndil og H71, og hetta var almenna starstkotið til føroyska kappingarárið í hondbólti. Tað er tó í dag, at tað veruliga fer í gongd, tá landskappingarnar byrja.
SMS-deildin:
14.00: H71 - Neistin
15.00: VB - VÍF
Okkara-deildin:
16.00: KÍF - Team Klaksvík
16.30: H71 - Neistin
Hjá kvinnum er tað merkisvert, at VB aftur er við, og í dag taka vágskvinnur móti VÍF, ið endaði við silvurheiðursmerkjum í lands- og steypakappingini í fjør, eins og í dystinum um Lionsbikarinum seinasta vikuskifti. Tær úr Vestmanna hava havt rímiliga stóra frágongd í summar.
(Hondbóltur í fremstu røð er aftur á skránni í Høllini í Vági)
Í Hoyvík verður tað ein endurtøka av FM-finalunum í fjør og stórsteypadystinum, tá Neista-menninirnir vitja. H71 sær sera sterkt út í ár og vann við 10 málum seinasta leygardag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald