Í fjør luttók føroyska badmintonlandsliðið á fyrsta sinni í altjóða kappingini Small States of Europe, har Malta var vertur. Um vikuskiftið verður smálandakappingin fyri aðru ferð, har Føroyar aftur luttaka.
Badmintonssambdanið skrivar, at kappingin framyvir verður annaðhvørt ár. Sostatt kunnu Føroyar framyvir luttaka á Oyggjaleikum í ólíka árum og Small States kapping í líka árum.
Í heystferiuni vandi landsliðið saman í Badmintonhøllini í Havn. Tilsamans fara 10 leikarar við Fai Yin Wong, landsliðsvenjara, til Kypros.
Kvinnurnar á landsliðnum eru Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF), Lena Maria Joensen (KBF) og Miriam í Grótinum (HBF/KBK í DK), umframt Sanna og Mia Thorkildshøj, sum vóru til kapping uttanlands og tískil vanta á felagsmyndini.
Mannligu leikararnir eru Jónas Djurhuus (HBF/KBK), Rúni Øster (HBF/KBK), Árant á Mýrini (MBF/ABC Aalborg), Magnus Dal Christiansen (HBF/Drive Frederiksberg) og Christian Berg Petersen (HBF).
Í venjingini luttóku eisini aðrir leikarar í bruttohópinum, sum eisini eru við á felagsmyndini omanfyri.
Tey 9 luttakandi londini í Small States of Europe eru: Kypros, Føroyar, Gibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Malta, Monaco og Liktinstein.
Kappast verður á Kypros tann 1.-3. november; tað vil siga fríggjadagin til og við sunnudagin. Landsliðið fer av landinum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald