Fyrsti partur av føroysku luttøkuni hjá mannslandsliðnum í Silver League verður um vikuskiftið í Íslandi. Her skulu føroysku mennirnir fyrst leika ímóti Íslandi. Hesin dystyurin verður fríggjakvøldið kl. 19 føroyska tíð.
Hin dysturin á hesi ferðini verður ímóti Ísrael. Hann verður vpældur leygardagin kl. 15 føroyska tíð.
Sunnudagin leika Ísland og Ísrael. Av trygdarávum, hevur íslendska flogbóltssambandi – BLÍ – saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðarar.
Næsta umfarið hjá føroysku monnunum veður í Føroyum 24. til 26. mai í høllini á Hálsi í Havn. Her leika mennirnir aftur ímóti Íslandi fríggjadagin 24. mai og ímóti Eysturríki 26. mai.
Síðsta umfarið verður í Eysturríki, har mennirnir 7. og 8. juni skulu leika ímóti Eysturríki og Ísrael.
Tvey tey fremstu liðini í bólkinum leika síðani finalu hin 15. juni.
Føroyski venjarin, Boban Ilic, og hjálparvenjarin, Oleksandr Dmytriiev, hava úttikið hendan brutto hópin til øll trý umførini:
Thorvald Danielsen (6), Mjølnir
 Vuk Ilic (9), ÍF
 Filip Ilic (5), ÍF
 Bjarni Joensen (14), Ikast KFUM
 Jóhan Arni Elison Want (11), Mjølnir
 Hjørtur Joensen (4), SÍ
 Ingálvur Eyðunsson Olsen (10), Fleyr
 Hákun Nón (1), ÍF
 Tóki í Haraldssovu (12), SÍ
 Elias Ellingsgaard Petersen (7), SÍ
 Tórður Højsted Gunnarsson (16), Fleyr
 Ólavur Johannesen (2), Mjølnir
 Símun Hoydal Poulsen (13), Mjølnir
 Silas Poulsen (8), SÍ
 Áslakur Petersson Holm (15), Hvidovre VK
 Hákun Heinason (3), Amager VK
    
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald