Hondbóltur

Landsliðsleikarar og venjari í altjóða dystum í kvøld

Jana Mittún og Viborg skulu royna seg í European League, meðan bæði Pernille Brandenborg í Storhamar og Claus Mogensen í Ikast spæla Champions League. Dystirnir kunnu stroymast - teir hjá donsku liðnum síggjast eisini á donskum rásum.

Jana Mittún í HM-endaspælinum í Týsklandi, har hon og liðið stóðu seg væl. Í kvøld skal landsliðsprofilurin spæla sín fyrsta bólkaspælsdyst í European League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún í HM-endaspælinum í Týsklandi, har hon og liðið stóðu seg væl. Í kvøld skal landsliðsprofilurin spæla sín fyrsta bólkaspælsdyst í European League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-10 13:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við samanløgdum sigri í tveimum røkkstøkkdystum í november mánað móti svenska Savehof, vunnu Jana Mittún og Viborg seg víðari til European League bólkaspælið, og í kvøld verður fyrsti dysturin.

Tað verður á heimavølli móti pólendska Zaglebie Lubin klokkan 17, at bólkaspælið hjá Viborg verður bríkslað í gongd.

Umframt pólendska liðið er Viborg í bólki saman við Corona Brasov úr Rumenia og Bourgogne Dijon úr Fraklandi. Ovastu tvey liðini í bólkinum vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar.

Dysturin millum Viborg og Zaglebie Lubin sæst á TV3 Sport og Viaplay.

Landliðsliðskipari og landsliðsvenjari ´iChampions League

Onnur á landsliðinum skulu eisini í dyst í dag.

Landsliðsliðskiparin Pernille Brandenborg og norska lið hennara Storhamar spæla Champions League-bólkaspæl og eru á vitjan hjá DVSC Schaeffler í Ungarn. Dysturin byrjar klokkan 19 og sæst á Viaplay.

Føroyski kvinnulandsliðsvenjarin Claus Mogensen og hansara lið Ikast skulu eisini á vøllin í dag. Tað er eisini í Champions League og ungarsk mótstøða úr Ferencvaros. Tað er á heimavølli í Ikast, og tann dysturin byrjar klokkan 17 og sæst á DR2.

Kl. 17
Viborg-Zaglebie Lubin (TV3 Sport/ Viaplay)
Ikast-Ferencvaros (DR2/DR TV)

Kl. 19
DVSC Shaeffler-Storhamar (Viaplay)

Champions League er hægsta evropeiska kappingin, meðan European League er tann næsthægsta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder