placeholder
Fótbóltur

Lars Olsen: Heimadystirnir fara at avgera bólkin

Føroyingar hava júst havt tíðindafund í Kosovo, og teir vita, at uppgávan í morgin verður torfør.

Lars Olsen til tíðindafund á Fadil Vokkri leikvøllinum
(Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen til tíðindafund á Fadil Vokkri leikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-09 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið venur í løtuni á Fadil Vokkri leikvøllinum. Hetta er seinasta venjing undan dystinum í annaðkvøld, ið verður leiktur á sama vølli. Undan venjingini var tíðindafundur í nýggju og snotiligu hølunum á stadion. Lars Olsen, landsliðsvenjari, og málverjin Gunnar Nielsen luttóku.


(Mynd: Sverri Egholm) 

Lars Olsen byrjaði við at siga, at teir fegnast um góðu byrjanina í kappingini. Eftir sigurin á Malta fríggjakvøldið høvdu føroyingar eina lætta venjing leygarmorgunin, og venjarin segði, at allir eru til reiðar. Viðvíkjandi Kosovo vísti 57-ára gamli venjarin á, at tað var eitt gott úrslit í Aserbadjan á útivølli(0-0), og at tað er eitt gott lið og at ein trupul uppgáva er fyri framman hjá føroyska liðinum.

Miðlarnir í Kosovo vóru væl umboðaðir, og fyrst varð Lars Olsen spurdur um, hann sá nakra broyting í liðinum hjá Kosovo frá dystinum landanna millum í Frankfurt 2016, har Kosovo vann 2-0 á Føroyum í sínum fyrsta dysti sum limur av FIFA og UEFA. Sambært Lars var tað trupult at svara uppá, tí sjálvt um Kosovo hevur leikarar sum umboðað sterk lið kring Evropa, so eru nógvir ymiskir leikarar nýttir seinastu árini.

(Fleiri miðlar úr Føroyum og frá Kosovo - Mynd: Sverri Egholm) 

Dysturin í morgin er fyrsti almenni dysturin, ið Kosovo spælir í heimlandinum síðani limaskapin. Fadil Vokkri er gjørdur í stand seinastu tíðina. Venjarin hjá Føroyum var greiður yvir, at tað fór at hjálpa heimaliðnum, nú talan verður um fyrsta dystin, men at tað eisini fer at geva føroyska liðnum nakað:

- Sjálvandi gevur hetta nakað fyri Kosovo. Eg havi hoyrt, at tað verða 12-13.000 áskoðarar, og teir eru spentir og fara at stuðla. Men hetta er eisini nakað, ið motiverar okkum.

Til seinast fingu Lars og Gunnar spurningin um hvør er favorittur í bólkinum:

Gunnar: Tað er ilt at meta um, men tað er ein tættur bólkur. Vit møta trimun góðum mótsstøðuliðnum, men vit, eins londini, halda at hetta er okkara møguleiki

Lars: Ja, tað er avgjørt tætt, men eg meti, at heimadystirnir fara at avgera tað; øll liðini eru jú sterkari á heimavølli.


Vit hava myndir frá venjingini og samrøður til reiðar seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder