Leivur Mortensen spældi 1. hálvleik móti Italia fríggjakvøldið. Tá hevði hann einki skot.
Í seinna EM-fyrireikingardystinum við Tjarnir í kvøld spældi Leivur Mortensen allan dystin. Vinstri vongurin skeyt átta ferðir og skoraði sjey ferðir - hann brendi annað av sínum brotskøstum.
- Eg fekk nøkur útspøl og nakað av plássi, sigur heldur lítilatni hoyvíkingurin. Tað var deiligt at fara til EM fyri meg og liðið við hesum. Nú skeyt eg eisini móti størri og betri málverjum, enn eg vanliga geri í næstbest deildini í Danmark.
Tað er kanska at undrast eitt sindur á, at tryggi 26-ára gamli vongurin framvegis spælir við HC København. Og Tormóður Djurhuus, okkara rapportari, spurdi eisini Leiv, um ikki Bob Hanning mundi vilja fingið eitt prát, áðrenn hann fer úr Føroyum: Umframt at vera landsliðsvenjari hjá Italia, er nevndi Hanning stjóri í Füchse Berlin (felagnum hjá Hákuni West av Teigum).
- Hahaha, nei - tað vænti eg ikki. Teir hava eisini tveir klassa vengur. Nú fáa vit at síggja, hvat framtíðin bjóðar, sigur Leivur Mortensen at enda.
Sí samrøðuna, sum Tormóður Petursson Djurhuus gjørdi, omanfyri.
-------------------------------------------
Seinni EM-fyrireikingardysturin við Tjarnir
Sunnudagin 11. november
Føroyar - Italia 38-34 (18-17)
Dystargongdin
5 min: 3-5
10 min:7-7
15 min: 9-10
20 min: 12-12
25 min: 15-14
30 min: 18-17
35 min: 22-20
40 min: 25-24
45 min: 28-27
50 min: 30-30
55 min: 33-31
60 min: 38-34
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 7 (1)
Leivur Mortensen 7 (1)
Ísak Vedelsbøl 5
Pauli Mittún 5
Teis Horn Rasmussen 4
Bjarni í Selvindi 4
Vilhelm Poulsen 3
Ròi Ellefsen á Skipagøtu 2
Óli Mittún 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald