Fótbóltur

Lendu eftir midnátt í Lettlandi

Føroyska ferðalagið, ið telur umleið 70 fólk við øllum, varð seinkað í Kastrup. Føroyar spæla í øðrum umfari í Nations League týskvøldið.

Rene Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen og Gunnar Vatnhamar á flogvøllinum í Riga (Mynd: Sverri Egholm)

Rene Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen og Gunnar Vatnhamar á flogvøllinum í Riga (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-08 23:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin): Spælarar, venjarar, læknatoymi, umboð fyri FSF, nevndarlimir úr ymisku feløgunum og miðlar eru partur av ferðalagnum, sum lendi í Riga í kvøld.

Samanlagt telur hetta líka yvir 70 fólk.

Tað gekk væl at koma úr Vágum seinnapartin, og lagið var heilt gott umborð á Atlantic Airways á veg til Kastrup.

Flogvøllurin har er tíbetur stórur, og møguleikarnir nógvir: Flogfarið hjá AirBaltic skuldi fara úr Danmark beint áðrenn klokkan 20 lokala tíð, men varð seinkað í umleið tveir tímar.

Flogtúrurin til høvuðsstaðin í Riga var tó skjótur, og lent varð beint eftir midnátt lokala tíð. Lettland er tveir tímar frammanfyri Føroyar í tíð (EEST).

Føroyska liðið hevur í morgin venjing og tíðindafund á Skonto leikvøllinum. Dysturin móti Lettlandi verður týsdagin 10. september klokkan 17. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder