Fótbóltur

Liðini hava knívin á barkanum

B36 skal vinna ólavsøkudystin fyri at hanga í liðunum omanfyri. Víkingur skal hava trý stig, um liðið skal vera við í stríðnum um evropeiskt pláss.

Seinast liðini hittust endaði tað 4-2, og B36 hevði tað meira enn trupult við at hava tamarhald á Lava (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast liðini hittust endaði tað 4-2, og B36 hevði tað meira enn trupult við at hava tamarhald á Lava (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-29 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ólavsøkuaftan í fjør spældu B36 og Vìkingur í bakandi sólskini á Ovara vølli í Gundadali. B36 vann 2-1 og tók harvið eitt týðandi fet í oddastríðnum, men hjá Víkingi var hetta byrjanin til endan í stríðnum hjá liðnum at vinna FM 2019.

Í dag verður tað meira gráligt í erva, tá liðini bresta saman á Tórsvølli, men eins og í fjør hava liðini nógv uppá spæl. Hetta er serliga galdandi fyri B36, ið hevur níggju stig upp til HB undan dystinum. Málið hjá ártalsfelagnum er at, eins og í fjør, íhvussu er verða við í kappingini um FM til tað seinasta. Í Vìkingi er málið at náa eitt evropeiskt pláss. Í løtuni eru 12 stig upp til hetta, so trý stig er eitt krav hjá Víkingi í dag, eins og tað er hjá B36. Tískil kann tað gerast ein sera spennandi dystur í kvøld.

B36 skal reisa seg eftir 2-0 tapið fyri HB. Eftir dystin var Jákup á Borg, høvuðsvenjari, ónøgdur við hugburðin hjá leikarum sínum eftir at HB legði seg á odda tíðliga í 2. hálvleiki. Víkingur hevur ikki spælt í 17 dagar, og spurningurin er um manglandi dystarskarpleiki kann raka liðið úr Eysturkommunu, eins og tað gjørdi eftir summarstegðin í fjør, tá hini liðini í oddinum øll høvdu spælt evropeiskan fótbólt.

Bæði liðini hava fáar skaðar, men hjá B36 er ivasamt hvussu verður við Michal Przybylski, ið manglaði móti HB. Benjamin Heinesen hevur leikbann vegna ov nógv gul kort. Seinast liðini hittust skapti B36 nógvar møguleikar, men verjuparturin silgdi, Andreas Lava Olsen var í hopla, og Víkingur vann 4-2. Tað var 7. juni í Sarpugerði.

Vit dagføra beinleiðis frá dystinum á Tórsvølli og hava myndir frá dystinum. Aftaná dystir fáa vit viðmerkingar frá umboðum fyri liðini og taka samanum uppgerðina.

13. umfar: 

Ólavsøkudag - 29.07
16.00: B36 - Víkingur

Ólavsøkuaftan - 28.07
18.00: HB - TB 4-1 (0-0)
56' Daniel Johansen 1-0
62' Mikkel Dahl 2-0
64' Mikkel Dahl 3-0
72' Hilmar Leon Jakobsen 4-0
75' Ndende Adama Gueye 4-1

Myndir: HB - TB
HB setti tingini uppá pláss í 2. hálvleiki
Mikkel Dahl: Her er gott at vera
Jens Berthel Askou: Frustrerandi fyrri hálvleikur

27.07

NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
22' Deni Pavlovic 0-1
60' Páll Klettskarð 0-2

Myndir: NSÍ - KÍ
KÍ var greitt omaná við Løkin
Páll Klettskarð: Mugu vinna hvønn dyst fyri at hanga í toppinum
Patrik Johannesen: Vísa vit eru har sum okur skulu vera
Tórður Thomsen: Rætta liðið sum vann

AB - ÍF 2-2  (1-1)
34' Uros Stojanov 0-1
45' Bjarki Nielsen 1-1
49' Gundur E. Petersen 1-2
58' Tóki á Lofti 2-2

Skála - EB/Streymur 1-3 (1-1)
5' Arnbjørn Hansen 0-1
25' Poul Kallsberg 1-1
55' Gutti Dahl-Olsen 1-2
95' Tóki Johannesen 1-3

Støðan 

1. HB 37 stig (14 dystir) 
2. NSÍ 32 stig (14 dystir) 
3. KÍ 32 stig (14 dystir) 
4. B36 28 stig (13 dystir)  
5. Víkingur 20 stig (12 dystir) 
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir) 
8. TB 6 stig (13 dystir) 
9. AB 5 stig (14 dystir) 
10. Skála 1 stig (14 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder