Fótbóltur

Liverpool setti United uppá pláss

Shaqiri gjørdist avgerandi í uppgerðini millum arvfíggindarnar á Anfield.

Innskifti Xherdan Shaqiri gjørdist tvífaldur málskjútti á Anfield
(Mynd: EPA)

Innskifti Xherdan Shaqiri gjørdist tvífaldur málskjútti á Anfield (Mynd: EPA)

2018-12-16 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Munurin millum Liverpool og Manchester United gerst størri og størri. Síðani Liverpool vann sítt seinasta meistaraheiti í 1990, hevur United havt yvirtakið í enskum fótbólti, hóast innanhýsis uppgerðirnar millum arvafíggindarnar oftast hava verið tættar. Men síðani Sir Alex Ferguson gavst í 2013, hevur tað gingið niður eftir bakka hjá United, og síðani Jurgen Klopp tók yvir í Liverpool í 2015, hevur tað næstan bara gingið uppeftir har.

Munurin í gongdini, leikhátti og ágrýtni sást týðliga á Anfield í dag, tá United var á vitjan. Liverpool var frá byrjan klárt betri; við sera ágangandi spæli og trýsti var United um ein háls frá byrjan, og tá Saido Mané skoraði í 24.minutti eftir gott upplegg frá Fabinho, var tað fult uppiborið. United mentist tó nakað eftir málið, men tað var ímóti leikgongdini og heldur heppið, tá Allison ikki helt fast í einum innleggi og eitt av ljóspunktunum hjá United, Jesse Lingard, fekk javnað.

1-1 í hálvleikinum samsvaraði ikki við dystarmyndina, og tað var Liverpool, ið trýsti á í 2. hálvleiki. Heimaliðið hevði tilsamans 36 skotroyndir mótvegis 6 hjá United, og í hornaspørkum var 13-2. Ikki allar skotroyndir vóru so vandamiklar, men tað lá í luftuni, at Liverpool fór at vinna, og tað syrgdi innskifti Shaqiri fyri. Tvær ferðir fekk sveisiski leikarin, umvegis eitt United-bein, bóltin framvið De Gea. Hetta var sjálvandi til stóra frøi á Anfield.

Liverpool er nú aftur oddalið í Premier League og framvegis ósigrað. Klopp vann fyri fyrstu ferð á United í Premier League, og trýstið á Mourinho gjørdist ikki minni. 

Fyrr í dag vann Southampton á Arsenal, meðan Chelsea basti Brighton. Les meira um tað her

Liverpool - Manchester United 3-1 (1-1)  

Støðan: 
1.Liverpool 45 
2.Manchester City 44
3.Tottenham 39
4.Chelsea 37 
5.Arsenal 34 
6. Manchester United 26 
7. Wolves 25
8. Everton 24 
9. West Ham 24
10. Watford 24
11. Bournemouth 23
12. Leicester 22  
13. Brighton 21 
14. Newcastle 16
15. Crystal Palace 15
16. Cardiff 14
17. Southampton 12
18. Burnley 12
19. Huddersfield 10
20. Fulham 9


  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder