Fótbóltur

Ljóð: Málskjúttarnir eru mikið fegnir

- Hatta var perekt, og eg var ikki í iva um, at eg fór at skora, sigur Áki Samuelsen, sum avgjørdi alt við brotsparki í yvirtíðini. Jóhan Josephsen skoraði í sínum allarfyrsta U21-dysti og í sínum heimbýi.

Áki Samuelsen og Jóhan Josephsen eftir sigurin á Estlandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Áki Samuelsen og Jóhan Josephsen eftir sigurin á Estlandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-06-07 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein ger av álvara bart fyri Ranheim í næstbestu norsku deildini, meðan hin er umráðandi álopskendur spælari hjá B68, sum leigar hann úr KÍ. 

Annar var liðformaður í sínum U21-landsdysti nummar 15 - hin spældi sín allarfyrsta U21-landsdyst. 

Báðir skoraðu í kvøld og vóru harvið ógvuliga týðandi partur av at tryggja Føroyum trý stig í fyrsta dystinum í hesari undankappingini.

[object Object]

[object Object]
Stórur føroyskur fagnaður (Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF)

Sí fleiri myndir frá dystinum HER

Hoyr Áka Samuelsen og Jóhan Josephsen seta orð á upplivingina í Klaksvík í kvøld, umframt ætlanirnar frameftir, ovast.

---------------------------------------------------

U21 undankapping til EM 2027, 1. umfar
Við Djúpumýru, leygardagin 7. juni
Føroyar - Estland 2-1 (0-0)
51'  Rommi Siht 0-1
72' Jóhan Josephsen 1-1
90 (+2)' Áki Samuelsen, br. (Aron Benjaminsen) 2-1

Føroyar (4-5-1): Hans Jákup Arngrímsson - Bjarti Thorleifsson (74' Aron Benjaminsen), Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson - Dávid Biskopstø Andreasen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason - Hanus Højgaard, Jóhan Josephsen, Áki Samuelsen (L)

Høvuðsvenjari: Ólavur Mikkelsen

Les um dystin her: Føroyar vendu dystinum á frálíkan hátt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder