
Tað styttist nú veruliga til stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2025, fer av bakkastokki. Nú er minni enn ein vika til kappingin byrjar.
Aftur í ár verður kappast í fimm dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 28. mai til sunnudagin 1. juni. Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri hesi kapping.
Føroyar er eitt spennandi land at kappsúkkla í, og fyriskipararnir royna eftir førimuni at gera kappingina so áhugaverda sum til ber. Tað verður seg at betra um karmarnar kring kappingina og at leggja kappingina soleiðis tilrættis, at hon er sum minst til ampa fyri vanligu ferðsluna.
Fimm etapur, fimm oyggjar
Í ár byrja súkklararnir í Eysturoynni og koyra Borðoy, Viðoy, Streymoy og Sandoy.
Mikudagin 28. mai kl. 18 verður lagt fyri í Runavík og koyrt runt Agnið, á Toftir, aftur til Runavíkar og hildið fram allan vegin inn í Skálafjørð út á Skála har vent verður. Skálafjørður verður aftur rundaður og koyrt verur til Skipaneskrossin, um Gøtueiði, gjøgnum Gøtu og gjøgnum tunnilin til Leirvíkar, síðan í undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar og á mál við Effo støðina. Teinurin er 61,65 km. og hæddarmetrarnir eru 940.
Hósdagin 29. mai verður kappast í Norðoyggjum. Bæði startur og mál eru við Effo í Klaksvík og lagt verður fyri kl. 18. Koyrt verður til byrgingina til Kunoyar har vent verður, og koyrt verður gjøgnum Árnafjarðartunnilin. Vent verður í Árnafirði og koyrt gjøgnum Hvannasundstunnilin til Norðdepil og Hvannasund, síðan gjøgnum Viðareiðistunnilin til Viðareiðis, og eftir gamla vegi aftur til Hvannasund, til Norðdepil, víðari til Árnafjørð, har vent verður og koyrt gjøgnum tunlarnar til Ánirnar og aftur til Klaksvíkar.
Teinurin er 53,24 km. og hæddarmetrarnir eru 828.
Fríggjadagin 30. mai leggur Sandoyggin asfalt til Leif Mohr Kring Føroyar. Bæði startur og mál eru í Húsavík, har lagt verður fyri kl. 18.00. Súkkla verður í Traðir og runt Sandsvatn, aftur til Skálavíkar har vent verður og koyrt aftur runt Sandsvatn til Húsavíkar, Dals og aftur til Húsavík. Teinurin er 54,69 km. og hæddarmetrarnir eru 970.
Leygardagin 31. mai verður byrjað kl. 14 hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi í Havn og koyrt niðan á Sornfelli. Koyrt verður eftir Kaldbaksvegnum og gjøgnum tunnilin til Kollafjarðar, víðari í Kollfjarðardal og eftir Oyggjarvegum niðan í Hundsarabotn og Sornfelli. Teinurin er 28,65 km. og hæddarmetrar eru 810.
Eisini sunnumorgunin 1. juni verður byrjað hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi. Lagt verður fyri Kl. 10 og rutan er Hoyvíksvegur – Yviri við Strond – Jónas Broncksgøta – Hoyvíksvegur. Hesin teinur er smáar 4 km til longdar og hevur 59 hæddarmetrar. Teinurin verður koyrdur trettan ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald