Hondbóltur

Lykladystur móti Montenegro klokkan 17 - stór upptakt á FM1 klokkan 11

Julian Johansen, fyrrverandi hjálparvenjari á landsliðnum, vitjar Tormóð Djurhuus og Pætur Nolsøe, tá FM1 í Oslo fer at hita upp til EM-brakið. Sent verður aftur frá upphitingini klokkan 15.

Julian Johansen saman við Óla Mittún í tíðini í landsliðsvenjaratoyminum - í kvøld fer Julian at stuðla, meðan Óli aftur skal avrikað væl. Fyrst fer Julian Johansen tó at siga sína hugsan á FM1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Julian Johansen saman við Óla Mittún í tíðini í landsliðsvenjaratoyminum - í kvøld fer Julian at stuðla, meðan Óli aftur skal avrikað væl. Fyrst fer Julian Johansen tó at siga sína hugsan á FM1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-18 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Teir í og kring føroyska EM-hópinum hava havt nakað yvir eitt samdøgur at koma yvir fyrstu dystarupplivingina í Unity leikhøllini. Spælararnir hava hvílt seg, líka verið til stuðulstiltak umboð á Norrønu og annars fyrireikað seg til at spæla móti Montenegro.

Sí eisini: Pauli Mittún: - Svakur stemningur - møta nógvar megi móti Montenegro

Til ber at hoyra meira um annað mótstøðuliðið hjá Føroyum í Montenegro á FM millum klokkan 11 og 12 - og meira verður at lesa um liðið av Balkan á Portalinum seinni í dag.

Í stuttum er talan um eitt lið við stórari kropsligari styrki, sum spælir rímiliga nógv við sínum kenslum, er uttan sín vanliga sterka fyrstamálverja (Nebojsa Simic), hevur serliga ein stórskjútta á høgra bakki, og eitt lið, ið Føroyar standa til at vera favorittar ímóti.

Føroyska liðið skal eisini mest sannlíkt vinna hendan dystin fyri at hava góðan møguleika at koma víðari til megininumfarið í Malmö. Sambært Óla Mittún eru Føroyar ta betra hondbóltsliðið, og hóast virðing fyri montegrinum, so væntar hvirluvindurin ein sigur í dag.

Sí eisini: Video: - Kunnu vænta nøkur sløg aftur móti Montenegro - men vit vinna

FM1 hevur beinleiðis upptakt úr Oslo klokkan ellivu føroyska tíð. Í ein tíma fara vit millum annað at hoyra fyrrverandi hjálparvenjaran á manslandsliðnum og hondbóltsviðmekjaran Julian Johansen. Saman við Tormóði Djurhuus fer hann at meta um møguleikarnar móti Montenegro.

Sent verður aftur klokkan 15-16 frá upphitingini, tá Pætur Nolsøe fer at tosa við spentar fjepparar.

Til ber at lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

[object Object]Tormóður Peturson Djurhuus og Pætur Nolsøe - til reiðar við gistingarhúsið (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin hevur beinleiðis blogg frá upphitingini og til stutt eftir dystin - ymiskt annað tilfar verður eisini her gjøgnum dystin.

Sí eisini: Tormóður og Hallur: - So verður trupult at steðga okkum

Øll sendingin frá í gjár - har hugt eisini varð eitt sindur uppá Montenegro

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder