Fótbóltur

Magni Mohr hevur vunnið altjóða heiður fyri gransking

Størsti ítróttarmedisinski felagsskapurin American College of Sport Medicine hevur valt vísindaligu greinina hjá Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiolog á Setrinum, og starvsfeløgum hansar sum Ársins grein 2022.

Við virðislønini fylgir altjóða miðling av úrslitunum, sum ACSM stendur fyri, umframt ein peningaupphædd og meira fokus (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Við virðislønini fylgir altjóða miðling av úrslitunum, sum ACSM stendur fyri, umframt ein peningaupphædd og meira fokus (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-16 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vísindaliga greinin hjá Magna Mohr og starvsfløgum hansara eitur “The Role of Muscle Glycogen Content and Localization in High-Intensity Exercise Performance: A Placebo-Controlled Trial”. 

Professarin á Setrinum, ið eisini er fysiskur venjari hjá A-landsliðnum í fótbólti, hevur skrivað greinina saman við donsku Jeppe F Vigh-Larsen, Niels Ørtenblad, Joachim Nielsen, Ole Emil Andersen og Kristian Overgaard, og nú hevur hon vunnið altjóða heiður frá heimsins størsta ítróttarmedisinska felagsskapi.

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá í dag.

Greinin varð almannakunngjørd í fjør í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum, “Medicine and Science in Sport and Exercise”, og tað er ítróttarmedisinski felagsskapurin, “American College of Sport Medicine” (ACSM), sum umsitur tíðarritið, ið hevur valt hana til Ársins grein (Paper of the Year) í 2022.

- Við virðislønini fylgir altjóða miðling av úrslitunum, sum ACSM stendur fyri, ein peningaupphædd, umframt at Magni Mohr sum høvuðsrithøvundi sleppur at leggja verkætlanina fram á komandi ACSM-ráðstevnu, sum verður í Denver, USA í juni í ár.

Granskingarverkætlanin kannar, hvussu vøddaglykogen (sukurlagur í vøddakyknunum) ávirka kropslig avrik, mýllívfrøðiligar processir í kyknuni og vøddavirkni undir hørðum intervalarbeiði.

Magni Mohr sigur við heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum, at henda verkætlanin er partur av eini størri verkætlan, har tey royna at vísa, hvussu vøddaglykogen mekanistiskt ávirkar vøddavirkni og serstakar processir í vøddakyknuni.

- Síðan miðskeiðis í 1960´unum hava vit vita, at mongdin av vøddaglykogeni hongur saman við kropsligum avrikum, men sjálv mekanisman er enn ikki prógvað, og slett ikki undir hørðum intervalarbeiði, sum minnir um liðítrótt.

Professarin, ið áður hevur vunnið altjóða heiðrar, sigur eisini, at  at fáa greinina valda sum Ársins grein 2022 í hesum høpinum heldur han vera nakað serligt.

- ACSM er, sum sagt, nógv tann størsti vísindaligi ítróttarmedisinski felagsskapurin í heiminum. Felagskapurin varð stovnsettur í USA í 1954 av amerikanskum læknum og fysiologum, sum tá sóu tætta sambandið millum rørslu, heilsustøðu og sjúkuváða. Tað eru tey, sum upprunaliga hava skapt “Exercise as Medicine-hugtakið”, og tað eru tey, sum umsita tilmælini um kropsliga rørslu í USA, sum heilsumynduleikar sum WHO eisini velja at fylgja, og tey menna protokollir til, hvussu sjúklingar kunnu viðgerast við kropsligari venjing. Tí er tað ein serligur heiður, at okkara arbeiði er valt sum ársins vísindaliga grein ella granskingarverkætlan av júst ACSM-felagsskapinum.

Til ber at lesa meira um heiðurin og um kanningina á setur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder