Gávuríki ungi føroyski hondbóltsspælarin, Magnus Árason, sum seinastu tíðina hevur verið knýttur at danska stórfelagnum, GOG, skiftir nú til felagið Mors-Thy Håndbold, sum hevur heimstað í Nykøbing á Mors og spælir í bestu donsku hondbóltskappingini.
Við skiftinum skuldi verið møguleiki fyri, at føroyski landsliðsleikarin fær nógvar royndir í bestu donsku hondbóltskappingini.
Heimasíðan handballtransfer.dk veit at siga, at felagið Mors-Thy hevur skrivað sáttmála við tveir ungar gávuríkar leikarar – talent.
Annar er Simon Skovhus, sum verður leigaður frá Aarhus Håndbold, og hin er føroyingurin Magnus Árason.
Magnus Árason spælir høgri vongur, og hevur gjørt um seg á føroysku ungdómslandsliðunum U17, U18 og U19 við hópin av málum til endakappingar. Til HM-kappingina fyri U19 dreingir í summar skjeyt hann 25 mál og til EM árið fyri, hevði hann 33 skoringar.
Síðan hann flutti til Danmarkar at ganga á hondbóltseftirskúla, hevur hann verið knýttur at stórfelagnum á Fjóni, GOG.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald