Oslo, Noreg (Portalurin): Hóast Føroyar ikki eru komnar víðari í EM-endaspælinum, so eru tað serliga nógvir fjepparar, sum hugsa um meginumfaið í Malmö.
- Hóast einki er avgjørt enn í bólki D í innleiðandi umfarinum í EM-endaspælinum, fær HSF nógvar fyrispurningar um, hvussu atgongumerkjasølan fer at verða skipað, og hvussu nógv atgongumerki kunnu verða í føroyskan lut, um okkara landslið spælur seg víðari til meginumfarið, ið verður spælt í Malmø 23. til 28. januar, staðfestir Hondbóltssambandið í dag.
Portalurin fekk orðið á Andrass Thomsen, stjóra í Hondbóltssamband Føroya, á gistingarhúsinum í dag.
- Vit eru ikki heilt lend enn frá dystinum í gjár - men liðið hugsar um dystin móti Slovnia.
Hann staðfestir, at føroyingar fáa umleið 1.000 atgongumerki tillutaði til dystirnar í Malmö Arena, um tað eydnast at koma víðari týsdagin.
Vónin er tó, at tað ber til at fáa fleiri atgongumerki til føroyskar fjepparar, men millum annað svensku vertirnir kunnu væntast at verða í sama bólki.
Sí eisini: Føroyar kunnu spæla seg víðari við stigi mótistigi móti Slovenia
Í mun til ferðing hyggur Atlantic uppá støðuna: Møguliga verða fleiri beinleiðis túrar millum Føroyar og Keypmannhavn - tað er ógvuliga stutt millum danska høvuðsstaðin og dystarhøllina í Malmö. Um tað verða beinleiðis Altantic-túrar millum Oslo og Keypmannahavn er meira óvist.
Stjórin í HSF setur eisini orð á stóru upplivingina í Unity leikhøllini í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald