Fótbóltur

Málríkur og spennandi sunnudagur

Eftir seinastu dystirnar í 12. umfari er greitt, at Víkingur og HB eru stavn um stavn, meðan KÍ er dragnað í FM-stríðnum. B36 og 07 Vestur eru framvegis nakað frá NSÍ.

Mikkel Dahl skoraði fyri HB, og Arnbjørn Svensson skoraði fyri Víking, tá liðini vunnu torførar útidystir. Bæði hava 33 stig fyri12 dystir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mikkel Dahl skoraði fyri HB, og Arnbjørn Svensson skoraði fyri Víking, tá liðini vunnu torførar útidystir. Bæði hava 33 stig fyri12 dystir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-02 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir og fimtan mál. Nógv vend var eisini í dystunum í Runavík og í Gundadali, so tað var ikki óáhugavert, tá seks tey fremstu liðini í Betrideidilini í dag stríddust um stigini.

Í Klaksvík var Víkingur betri enn KÍ og dró frá. Nógvir taka ábyrgd hjá liðnum hjá Jóhan Peturi Poulsen úr Eysturkommunu. KÍ er langt frá styrkini í undanfarnu árunum og skal finna aðrar loysnir - hjá Víkingi er talan um søguligt høgt stigatal eftir 12 umfør (33 stig).

HB hevur sama stigatal. Tætta kapprenningin millum liðini heldur harvið fram. HB hevði annars mist 2-0 leiðslu við Løkin, men í yvirtíðini sló Heðin Hansen til. Samanlagt 13. sigurin á rað fyri liðið hjá Adolfo Sormani, ið hevur eitt serligt mótsstøðuføri og ein eginleika at avgera tættar dystir.

B36 hevur bert vunnið ein av sínum seinastu níggju dystum í Betrideildini. Tað røkkir langt frá til FM-stríð og er heldur ikki nóg mikið til eitt evropeiskt pláss. Stór mistøk og nakað av ósamanhangi seta sín dám á. Hjá 07 Vestur vantar mótsstøðuføri í serliga verjupartinum. Stigatalið er annars ikki so galið, um hugt verður eftir søguligu gongdini hjá 07 Vestur.

Í gjár vann B68 seg í betri støðu í niðurflytingarstríðnum, sum Skála ikki er partur av í løtuni - hjá ÍF sær nú uppaftur tyngri út.

Yvirlit - við tølum og leinkjum - sæst niðanfyri.

Betrideildin 12. umfar
Í dag, sunnudagin 02.06

NSÍ - HB 2-3 (0-1)
10' Mikkel Dahl 0-1
55' Sammy Skytte (Mohammed Samba) 0-2
83' Pætur Hentze 1-2
83' Petur Knudsen 2-2
90 (+1)' Heðin Hansen 2-3

Sí meira um dystin her

Les eisini: 
Heðin Hansen avgjørd fyri HB í dramatiskum-dysti

KÍ - Víkingur 0-2 (0-1)
26' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 0-1
69' Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg) 0-2

Meira um dystin her

Les eisini: Vikingur varpaði KÍ fyribils úr FM-stríðnum

B36 - 07 Vestur 4-4 (3-3)
14' Filip Brattbakk (Maxwell Effiom) 0-1
23' Jelle van der Heyden 1-1
28' Sjálvmál (Benjamin Smales Braithwaite) 1-2
34' Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 2-2
39' Sjálvmál 2-3
41' Anton Søjberg (Jelle van der Heyden) 3-3
55' Benjamin Smales Braithwaite 3-4
72' Jann Benjaminsen 4-4

Meira um dystin her

Les eisini: 
B36 hevur stórar trupulleikar

Í gjár, leygardagin 01.06

B68 - EB/Streymur 2-0 (1-0)
38' Villiam Emil Klein 1-0
79' Villiam Emil Klein (Bartal Páll Klein) 2-0

Skála - ÍF 3-2 (2-0)
13' Sjálvmál 0-1
18' Carlos Ferreira (Djóni Petersen) 0-2
21' Jhon Mena Perez 2-1
71' Uros Stojanov 2-2
85' Markus Isaksen (Ragnar Skála) 3-2

Les eisini: B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir 12. umfar
1. Víkingur 33 stig
2. HB 33 stig 
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig 

5. B36 16 stig
6. 07 Vestur 15 stig
7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 6 stig 
10. ÍF 3 stig 

Eftir dystirnar í dag er landsliðssteðgur. Betrideildin fer í gongd aftur 15. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder